Anna Rubeksen forkvinna, vegna Bóndafelag Føroya
-----
Bóndafelagið stendur spyrjandi um broyting í játtan til djóralæknatænasturnar frá 973.000 kr í 2011 til heilt at fella burtur í uppskoti til fíggjarlóg fyri 2012.
Henda játtan fer til vaktarhald eftir vanliga arbeiðstíð, og at javna ferðakostnaðin kring landið.
Avleiðingin av, at henda játtan verður tikin burtur verður, at djóralækni bert er tøkur gerandisdagar í vanligari arbeiðstíð, og at kostnaðurin at fáa djóralæknahjálp út um landið, verður tengdur at frástøðuni frá miðstaðarøkinum, har djóralæknarnir húsast.
Ein sera óheppin og ótolandi støða fyri landbúnaðin í Føroyum og serliga fyri bøndur, sum kunnu koma í ta støðu, at noyðast at avlíva neyt ella onnur djór, sum eru bóndans vinnutól, vegna vantandi djóralæknahjálp.
Als ikki ein hóskilig støða fyri eitt framkomið samfelag.
Í øðrum føri verður avleiðingin, at kostnaðurin fyri hjálp verður so stórur, at bóndin, sum einhvør góður vinnurekandi, sendir rokningina til næsta liðið føroysku familjuna, sum keypir mjólk og kjøt.
Tí í veruleikanum er stuðulin til landbúnaðin ein brúkarastuðul at tryggja kundanum eina keypandi vøru.
Eitt er vist, at djóralæknarnir ganga ikki ólønta vakt ella ferðast uttan gjald til útjagaran, sum enn einaferð er við sviði soð.
Vit undrast, um hetta er ein liður at niðurlaga landbúnaðin í Føroyum. Vælsignaðu landsstýrismenn, gevið okkum so greið boð, um ta er ætlanin.
Vónandi er hetta eitt mistak, sum tit báðir Johan Dahl og Jákup Mikkelsen finna eina semju um og játtanin kemur á fíggjarlógina aftur.