Bóndafelagið hevur nú havt sín 44. ársaðalfund. Hetta er fyrsta árið felagið virkar eftir nýggjari skipan.
Arbeitt hevur verið miðvíst við at betra um fíggjarligu karmarnar hjá felagnum, og á eykaaðalfundi í fjør var samtykt at broyta limagjaldsásetingina og býta limaskaran í tvinnar partar. Nú eru virkandi limir sum eru aktivir bóndur (sum hava landbúnað sum høvuðsvinnu) og áhugalimir, sum kunnu verða tilstundandi ?og haldbóndur eins og hjúnafelagar og onnur sum hava serligan áhuga í landbúnaðinum, eisini kunnu felagskapir innan landbún-aðin verða áhugalimir. Tað hevur gingið væl við limatekningini eftir nýggju skipanini og tað koma støðugt nýggir limir til.
Í nevndini sita nú: Bjørn Patursson, Anna Rubeksen, Tummas Eikhólm, Louis Houmann, Óla Jákup í Dímun og Andras Joensen. Tórfinnur Dalsgarð og Regin Borðoy eru eykalimir. Nevndin hevur skipa seg við Bjørn Patursson sum formanni og Annu Rubeksen sum næstformanni. Óla Krisjan Debess bóndi á Oyrareingjum stóð fyri vali á hesum aðalfundinum, men hann bar seg undan afturvali, tí hann nú metir seg hava sitið í nevndini fyri seg. Óla Krisjan var í mong ár formaður felagsins meðan hann hesi seinastu árini hevur verið nevndarlimur. Óla Krisjan hevur verið trúgvur felagsmaður innan alt felagsarbeiðið landbúnaðinum til frama.
Endamál Bóndafelagsins er:
a) At menna samkenslu og samhald millum bóndur.
b) At fremja kunnleika, dugnaskap og siðmenning hjá limum og øll góð eyðkenni, sum fedrarnir hava givið okkum til arvar, og sum merkja okkum sum rættar føroyingar og álitismenn.
c) At verja rættindi, lunnindi og jarðir bónda.
d) At stimbra vinnuveg limanna soleiðis, at samstundis sum framleiðsla teirra verður sum mest og best má úrtøka teirra í peningi verða hareftir.