Í hesum døgum er júst ein nýggj bók komin út á føroyska bókamarknaðin. Tað er Fríðtór Debes, ið hevur skrivað. Heiti á bókini er: Bønarmál títt - tungutalan. Hetta er 6. bókin, ið Fríðtór Debes letur úr hondum.
At bøn hevur alstóran týdning í lívi hins trúgvandi, er vónandi ongin í iva um. Tá vit hyggja í Bíbliuna, síggja vit; hvussu ómetaliga stóran týdning menn og kvinnur løgdu í bønina og hennara stóra virði í lívi teirra.
Hví so ein bók sum henda? Jú, tí eg trúgvi, at vit ongantíð verða liðug at viðgera evnið bøn og tess týdning í lívi hins trúgvandi. Tað evnið fyri bøn, ið vit tosa um í hesari bókini - er um tungutaluna og hennara stóra týdning sum hjálp og amboð hins kristna. Heilt frá ápostlanna døgum og til okkara dagar hava menniskju biðið í tungum og brúkt teirra Himmalska mál. Ja, sjálvt í myrkastu miðøld - undir hørðum forfylgingum - var hetta mál virkið. Og í dag, 2000 ár eftir hvítusunnudag, eru tað framhaldandi nógvar milliónir, ið gera nýtslu av heum bønarmáli.
Bókin viðger 10 orsøkir, hví vit sum trúgvandi eiga at biðja í tungum og brúka hesa gávu í okkara persónliga bønarlívi - júst á sama hátt sum t. d. Paulus gjørdi.
Bókin, Bønarmál títt - tungutalan, er 73 síður til støddar og kostar 80 kr. Hon fæst í flest øllum bókabúðum um alt landið. Tað er Hestprent, ið hevur staðið fyri prentingini.