- Nú mugu vit umhugsa at niðurleggja Búnaðarstovuna í Kollafirði.
Tað staðfesti Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni á ráðstevnu um landbúnað, sum Símun Gullaksen á Gamla Seglhúsinum, skipar fyri í Klaksvík leygardagin.
Hann vísir á, at hesi seinastu árini er játtanin til Búnaðarstovuna og Royndarstøðina í Kollafirði, lækkað úr einum fimm milliónum, niður tvær milliónir.
Men Bjørn Patursson vísir á, at 44 prosent av játtanini fer til ljós og varma og aðrar rakstrarútreiðslur til sjálvar bygningarnar.
Og tað dugir hann ikki at síggja nakað høpi í, tí bygningarnir verða at kalla ikki brúktir.
- Royndirnar, vit gjørdu í fjósunum og bygningunum annars, eru allar spardar burtur og tískil haldi eg, at tann avmarkaða játtanin, vit hava, kann brúkast betri enn til rakstrarútreiðslur til bygningar, sum ikki verða brúktir og sum sostatt standa deyðir, sigur Bjørn Patursson.
Hann sigur, at tí fer hann nú at viðgera spurningin saman við landsstýrinum um, hvussu virksemið skal leggjast til rættast.
Hann ætlar, at viðgera spurningin saman við landsstýrismanninum í vár og at vera komin til eina niðurstøðu í apríl.
- Verður játtanin ikki hækkað, so at vit fáa gagnnýtt bygningarnar, er helst frægast at vit sleppa av við teir.
- Sostatt sleppa vit eisini av við rakstrarkostnaðin og kunnu brúka hann til onnur endamál, sigur Bjørn Patursson.
Hann sigur, at skal Búnaðarstovan at kalla bara fáast við ráðgeving, er óneyðugt við stórum bygningum, tí til tað krevst ikki stórt annað enn ein skrivistova við teldu og telefon.
- Fáa vit ikki hægri játtan, haldi eg ikki, at tað er rætt at brúka so stóran part av játtanini til deyðar bygningar, so haldi eg, at vit heldur eiga at leggja størri dent á ráðgeving, sigur Patursson.
- Hava vit ikki ráð til at gagnnýta bygningarnar, er er tað fíggjarliga forsvarligari, at vit sleppa okkum av við teir, leggur hann afturat.