Tann almenna jørðin, ið er hoyrandi undir búnaðarstovuni, verður umsitin av festarunum.
Landið, kommunur og ein og hvør kann keypa av hesu somu jørð, tó ongantíð festarin.
Hvørja ferð tað verður selt av festinum, hevur festarin tað minni at liva av.
Peningurin fyri ta seldu jørðina verður settur inn á festikonto í búnaðargrunninum, og oyramerktur til tað festið, sum hevur mist jørðina.
Jarðarráðið, nú Búnaðargrunnurin, er settur at umsita tann innkomna peningin, ið er um 200 mill. kr. í alt.
Tey flestu festini í landinum hava bert seyð.
Hini, sum eru gott 30 í alt, hava seyð og neytahald, og festararnir av hesum brúkunum hava hetta sum fulltíðarsrarv við arbeiðsdøgum nógv longri enn vanlig arbeiðstíð upp á 8 tímar.
Skal mjólkarframleiðslan klára seg framyvir, má nýhugsan til.
Flestu neytafjósini í landinum eru ótíðarhóskandi, og liva ikki upp til krøv sum: djóravælferð, atlit til umhvørvið, arbeiðsumstøður v.m.
Skal mjólkarframleiðslan klára seg framyvir, má nýhugsan til.
Tað eru fleiri niðurslitin fjós í landinum, sum eftir dagsnormi eru óegnaði til víðari mjólkarframleiðslu, og verða tí lokaði, grundað á vantandi fígging og harvið dagføring, og vera helst fleiri niðurløgd neytahald at síggja sum tíðin líður.
Tað er syndarligt at staðfesta, hvussu lítla virðing og forstáilsi okkara fólkavaldu, ið áttu at hugsa um framtíðina, hava fyri hesu vinnu.
Hóast nógvar forðingar eru tað bøndur, ið royna at hugsa um framtíðina, og hava bygt nýmótans fjós.
Tað er óskiljandi, at Búnaðargrunnurin ikki kann vera við í fýggingini av tílíkum íløgum.
Tá tann almenni grunnurin ikki vil, ella hevur vilja til at vera við at fíggja neyðugar broytingar í framtíðar mjólkarframleiðslu í Føroyum, eru hesir bøndur farnir aðrar leiðir, og verður kostnaðurin tá óneyðiga høgur.
Hetta er ein støða, sum okkara politikarir eiga at gera nakað við.
Fyri einari tíð síðani byrjaðu politikarirnir at tosa um at fáa hendur á ymiskun grunnum, og har ímillum Búnaðargrunninum, sum búnaðarmenn hava so stóran tørv á.
Hetta er eftir teirra tykki deyður kapitalur.
Sannleikin er, at bøndurnir ikki fáa fatur á sínum peningi fyri leiðsluni á grunninum. Skil tað hvør í vil. Ein skuldi trú, at øll, sum hava nakað við landbúna at gera skuldu frøst yvir, at nakar tímur og torur at gera íløgur í landbúna her í landinum, og so á almennari jørð aftrat.
Á sama hátt, sum rækjuveiðan fór fyri bakka, tann seinasti føroyski tarvurin bleyv avlívaður i gáloysni, kann føroyskt neytahald lætt fara sama veg, um ikki verður handlað nú.
Eg fari at heita á allar góðar kreftir, tað veri seg politikarar, embætisfólk ella hvønn, sum hevur ávirkan, at arbeiða fyri at neytahaldið her í landinum fær so góðar umstøður at virka undir sum gjørligt.
Latið landbúnaðin fáa festikontoinar at endurnýggja síni brúk við.
Av tí at bóndin skal skjalprógva fyri hvørja króna, sum nýtt verður úr Búnaðargrunninum, nýtist eingin at vera bangin fyri at peningurin verður nýttur til annað, enn tað hann er játtaður til.









