Í sambandi við at VB-SUMBA á nýggjárinum broytir navn til FC Suðuroy, skal felagið hava nýtt búmerki. Tí skrivar nevndin út búmerkjakapping. Nevndin hevur avgjørt at skriva út kapping millum fólk í oynni og onnur áhugaði, um at tekna nýggja búmerkið hjá felagnum. Innkomin uppskot vera hereftir viðgjørd á nevndarfundi, har besta uppskotið verður funnið. Búmerkið verður avdúkað á ársveitsluni 2009 hjá felagnum Ein treyt fyri at vera við í kappingini, er at búmerkið ella partar av hesum, ikki er avrit frá eitt nú alnetinum ella øðrum kendum búmerkjum. Búmerkið má heldur ikki hava meira enn 3 litir. Fyri besta uppskotið verður ein virðisløn á 3000 krónur latin. Nevndin tilskilar sær rætt til ikki at velja nakað av innkomnu uppskotinum.