Búmerki myndað av 2.000 kvinnum

Heidi Hvidbro úr Klaksvík var millum tær 2.000 kvinnurnar, sum fyrst í oktober mánaði myndaðu Rosa-sloyfuna, sum er búmerki fyri bróstkrabba, framman fyri kongaslottinum í Oslo. Hon sigur, at tað var eitt ótrúligt upplivilsi at sleppa at verða við til hetta

Klaksvík:
Heidi Hvidbro var løgd undir skurð fyri bróstkrabba í 1998. Tá átti hon smábørn, og brádliga bleiv lívið broytt frá einum degi til annan. Men Heidi kom væl frá síni viðgerð, og er hon í dag púra frísk. Sum so nógvir aðrir krabbameinssjúklingar meldaði hon seg beinanvegin inn í Føroya Felag móti Krabbameini. Hartil meldaði hon seg eisini upp í norska krabbameinsfelagið, og fyrr í ár fekk hon innbjóðing til at vera við í herferð í sambandi við, at fokus verður sett á bróstkrabba kring heimin í oktobermánaði. Heidi sigur, at tað var ógvuliga tilvildarligt, hvør fekk innbjóðing.
? Tað var soleiðis, at tey vildu hava 1.500 kvinnur, tí so fóru vit at seta heimsmet, sigur Heidi. Og tá so samanumkom vóru tær ikki minni enn 2.000. So heimsmetið í at mynda eina sloyfu, sum var yvir ein kilometur til longdar varð rokkið so væl og virðiliga.
Tann 2. oktober stóð hon saman við yvir 2.000 øðrum kvinnum, sum eisini hava verið sjúkar av bróstkrabba, framman fyri norska kongshúsinum í Oslo og myndaði búmerki hjá teimum, sum verður kallað Rosa-sloyfan. Á odda fyri teimum var norska prinsessan Marthe Louise.

Fáa sloyfuna fram
Endamálið við sloyfuni er fyrst og fremst at savna pening inn til gransking av bróstkrabba. Heidi sigur, at tað hevur gingið avbera skjótt, síðani sloyfan fyri fyrstu ferð sá dagsins ljós fyri tíggju árum síðani. Í dag er hon í yvir 40 londum, og hon verður borin av bæði monnum og kvinnum.
Í fleiri londum kring heimin hava ymisk tiltøk verið í sambandi við, at ljóskastarin verður settur á bróstkrabba í hesum mánaðinum. Heidi sigur, at til dømis í Sydney lýsti tað so vælkenda operahúsið ljósareytt ein heilan dag.
? Øll hesi tiltøkini eru við til at fáa sloyfuna betur fram. Fólk fáa eyguni upp fyri, at tað veruliga verður gjørt nakað fyri at útvega pening til granskingina av bróstkrabba, sigur Heidi Hvidbro.

Mammografibussur
Nógv onnur tiltøk vóru í Noreg hesar dagarnar, meðan Heidi var har. Men hon sigur, at tað var serliga eitt, sum fangaði hennara áhuga. Og tað var ein sokallaður mammografibussur. Hesin bussurin koyrir runt til ávísar kommunur í Noreg, har kvinnur í aldrinum 50 ? 69 ár fáa bjóðað eina mammografikanning.
? Framtíðarvónin og ynski hjá teimum er, at bussurin fer at kunna koyra runt alt Noreg og kanna kvinnurnar, sigur Heidi, sum heldur, at hetta er eitt fantastiska gott tiltak.

Bót til Bata
Heidi sjálv er limur í einum undirbólki í Føroya Felag móti Krabbameini, sum eitur Bót til Bata. Tað eru umleið tíggju kvinnur í aldrinum 40 til 80 ár, sum hittast nakrar ferðir um árið. Allar hava tilfelags, at tær eru vorðnar frískar eftir skurðviðgerð ella aðra viðgerð fyri bróstkrabba.
? Ein skal hava verið frískur í tvey ár fyri at kunna gerast limur, og tað er tí, at títt egna skalt tú vera komin burturúr, áðrenn tú kemur í ein bólk, har tú millum annað tosar við kvinnur, sum júst hava fingið staðfest bróstkrabba, greiðir Heidi frá.
Endamálið hjá Bót til Bata er at taka hond um tær kvinnur, sum júst hava fingið staðfest krabbamein við at tær fáa tilboð um at tosa við eina, sum hevur verið í somu støðu.
Eisini skal bólkurin fremja áhugamál hjá kvinnum, sum eru viðgjørdar fyri krabbamein í brósti yvir fyri myndugleikunum. Her verður serliga hugsað um Heilsuverkið og útvegan av protesum.
Heidi sigur, at tað er sera hart at fáa at vita, at ein hevur fingið krabbamein, og tað kennist sum um, at lívið steðgar upp hjá einum.
? Tá er gott at vita, at tað eru nøkur sum kempa fyri teg, tá tú ikki sjálvur hevur orkuna til tað, tí viðgerðin er nóg mikið í sjálvum sær, sigur Heidi Hvidbro at enda.