Tunnilsradio verður úr Pegasus millum kl. 11 og 16 Tunnilsradio við gestum, reportasjum, kappingum um vinningar og lurtaraynskum verður á Rás2 millum kl. 11 og 16 í dag.
Kl. 15.45 fara Ultras hjá Víkingi at avdúka sítt búmerki á Rás2, og beint aftaná verður búmerkið lagt út á Portalin. Umboð fyri Ultras verða í studionum. Millum hinar gestirnar kunnu nevnast Kristian Fr. Olsen, varaborgarstjóri, Dan Hjelm frá Ægi og Meiken Skarðenni frá Tekniska Skúla í Klaksvík. Haraftrat kemur reportarin, Elin Heinesen inn við innsløgum frá norðurøkinum.