Bólturin vildi ikki akta

Veðrið versnaði støðugt, og tað var so mikið illfýsið, at dysturin átti ongantíð at verið bríkslaður í gongd á Svangaskarði

Fótbóltur

Samanbresturin millum árstalsfeløgini á Svangaskarði fer í søguna sum ein av ikki so ógvuliga mongum í føroyskum fótbólti, har tað ikki eydnast at spæla liðugt.
Tá seinna umfarið var tólv minuttir gamalt bríkslaði dómarin fyri brotssparkið til heimaliðið. Fróði Benjaminsen, sum inntil tá av órannsakiligum orsøkum hevði verið hildin afturi í miðverjuni, spældi tvær ferðir eitt tvey, og tá hann kom í brotsteigin, fór hann um koll. Brotsspark segði Jens Petur Brattalíð, og so uppstóð støðan, sum hevði við sær, at dysturin varð avblástur.
Øssur Hansen, sum í síðsta álopinum undan steðginum við ytru síðuni á vinstra fóti úr eitt sindur til høgru í brotsteiginum hevði slett bóltin framvið René Tórgarð í B36 málinum, skuldi umseta úr ellivu metrum. Men tað var lættari sagt enn gjørt. Nógvi og støðugi vindurin gjørdi, at tað ikki bar til at fáa bóltin at liggja. Dómarin fekk nógv góð ráð um, at hann ella linjuverjin ella kanska ein av toftamonnunum kundu hjálpa til og halda bóltinum, men tað vildi dómarin ikki.
Tríggjar minuttir seinni, góvu teir skarvin yvir. Bólturin vildi ikki liggja, og so bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð. Sjálvandi vóru teir í B36, sum vóru frammanfyri 3?1, minni nøgdir, enn teir á heimaliðnum vóru. Spurningurin er, hvussu tað hevði tørnað út, um B68 ikki hevði havt fingið brotsspark. Veðrið háttaði sær soleiðis, at tað gjørdist orduligt ódnarveður løtuna eftir, at spælararnir vóru farnir undir tak.

Einki spæl
B36 kom í handavend á odda 2?0. Fyrra málið skoraði Magni á Lakjuni, og Bárður Mortansson skoraði tað seinna. Teir báðir vóru góðir heilt úti í borðunum í fremstu røð, og teir skoraðu málinin tætt undir málinum.
Triðja B36 málið skoraði John Petersen. Hann var miðframherji ? ímillum teir báðar omanfyri nevndu. Størsta partin av tíðini í 1. hálvleiki var bólturin á B36 helvtini. B68 hevði vindin undan, men teir megnaðu ikki at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Teir royndu at samanspæla, men tað eydnaðist ikki, tí vindurin var til so stóran ampa. Við tveimum frísparksroydum vóru teir um reppið at minka um munin. Fyrst bjargaði René Tórgarð væl til vinstru fyri seg sjálvan, tá Fróði Benjaminsen úr átjan metrum og eitt sindur til vinstru sendi fríspark framvið manngarðinum, og so hjálpti tvørtræið til, tá Øssur Hansen úr 23 metrum og eitt sindur til høgru sendi fríspark ímóti málinum.
Tá John Petersen økti til 3?0 var talan um einmansavrik. Bólturin varð stungin fram ímillum, John Petersen, sum akkurát ikki var rangstaddur, rann frá verjuni og sendi framvið Kjartani Nesá, og so tóktist alt avgjørt.
Men soleiðis var tað ikki. Enn er einki avgjørt. B68 minkaði um munin, og teir høvdu brotssparkið, sum kundi havt borið við sær, at munurin minkaði til eitt mál. Men tað vóru teir í B36, sum stóðu til at vinna, tá dómarin tók avgerðina, sum hann átti at havt tikið undan dystarbyrjan.

B68: Kjartan Nesá ? Oleif Joensen, Hans Fróði Hansen, John Heri Dam ? Arnold Joensen, Jann Ingi Petersen, Bogi Petersen ? Anders Nygaard, Øssur Jacobsen, Øssur Hansen
B36: René Tórgarð ? Arnbjørn Danielsen, Egil Zachariassen, Jens Kristian Hansen ? Jákup á Borg, Julian Florescu, Julian Johnsson ? Bárður Mortansson, John Petersen, Magni á Lakjuni