Bólturin rullar aftur

Eftir stuttan summarsteðg og stuttu føroysku luttøkuna í europeisku kappingunum verður í dag farið undir aftur kappingina í Effodeildini. Tað eru fýra dystir á skránni seinnapartin. Fimti dysturin - tann millum Víking og ÍF - verður spældur mikudagin 1. august.

Fyrsta bríkslið í øllum hinum verður klokkan 15.

 

HB-NSÍ: Rúni Gaardbo

TB-KÍ: Ransin N. Djurhuus

B68-FC Suðuroy: Rói Jacobsen

EB/Streymur-B36: Lars Múller

 

Støðan eftir15 umfør

EB/Streymur 30

KÍ 30

Víkingur 29

ÍF 24

HB 22

B36 19

TB 18

NSÍ 17

B68 15

FC Suðuroy 3