Bólturin liggur nú hjá Vágs Býráð

Hava vágbingar ráð til at siga nei til 35-40 almenn arbeiðspláss í Vági, skilji eg onki, sigur Johan Dahl, løgtingsmaður. Hendrik Old má hava nakrar dagar at summa seg

Menningarætlan

Johan Dahl skilir onki.
Hendrik Old má hava nakrar dagar at summa seg í.
Tað er støðan eftir ein fund í Vági leygardagin ímillum landsstýrið og Vágs Býráð.
Tað vóru landsstýrismaðurin í skúlamálum, Jógvan á Lakjuni og landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, við sjálvum løgmanni á odda, sum høvdu fund við Vágs Býráð leygardagin.
Á tí fundinum skeyt landssstýrið upp, at miðnámsskúlin, sum grivið er út fyri í Vági, verður fluttur til hovs ístaðin og bygdur sum ein partur av einum skúladepili har.
Afturfyri skal eitt røktarheim til 35 fólk byggjast, har miðnámsskúlin varð ætlaður í Vági.
Men sum tað sæst aðrastaðni í blaðnum, vísti Vágs Býráð ætlanini frá sær.

Skilji onki
Johan Dahl er løgtingsmaður fyri Suðuroynna og hann er hartil limur í samgonguni og limur í politiska arbeiðsbólkinum, sum skuldi royna at vísa á tiltøk, sum kundi fáa gongd aftur á í Suðuroynni.
Hann var við fundinum í Vági sum eygleiðari. Og hann skilir ikki støðuna hjáVága Býráð.
? Vit hava hugsað um ymsar møguleikar at seta almenn arbeiðspláss á stovn í Suðuroy, sum krevja útbúgvingar.
? Og eitt røktarheim í Vági til 35 fólk, er eisini eitt støðugt, alment arbeiðspláss til 35-40 fólk.
Umframt starvsfólkini á sjálvum røktarheiminum, førir tað nógv avleitt virksemi við sær, eitt nú vaskarí, køk o.s.fr.
?Hava vágbingar ráð til at siga nei til 35-40 almenn arbeiðspláss, skilji eg onki, leggur hann afturat.
Tí kom tað ógvuliga óvart á løgtingsmannin, at Vágs Býráð havnaði ætlanini.
Hann vísir eisini á, at hetta eru støðug arbeiðsplás, sum eru fullkomiliga óávirkað av gongdini í fiskivinnuni ella sveiggjunum í búskapinum annnars.
Og so er tað næstan bara talan um konufólkastørv, sum tað er harðliga brúk fyri í Suðuroy.
Hann sigur, at orsøkin til, at miðnámsskúlin og røktarheim eru tengd saman er fyri at fáa politiska undirtøku fyri ætlanini, tí við at leggja bæði heilsuskúla og miðnámsskúla saman í Hovi, verður tað bíligari.
Johan Dahl sigur, at hetta var bara eitt tilboð.
? Bólturin liggur nú hjá Vágs Kommunu og so má býráðið hava málið til umhugsunnar og taka eina endaliga støðu.
Hann sigur, at annars verður arbeitt við øðrum ætlanum fyri Suðuroynna.
? Men tað er ikki í hesum málistokkinum, leggur hann afturat.
Sí eisini samrøður við Hans Paula Strøm, Jógvan á Lakjuni, Løgmann og borgarstjóran í Vági

Summa seg
Hendrik Old, sum er hin løgtingsmaðurin úr Suðuroy, sum situr í samgongu, hevur onga viðmerking í løtuni.
Hann var eisini við á fundinum sum eygleiðari. Og at kommunan havnaði tilboðnum, kom so óvart á hann, at hann má fáa nakrar dagar at summa seg í, sum hann tekur til.