Bólturin liggur hjá Rigmor Dam

– Um nakrar fáar dagar fáa vit at vita um Sjóvinnuhúsið verður Fróðskaparsetur

Nú er tað Rigmor Dam, sum hevur bóltin.

 

Tí um nakrar dagar skal hon  nevniliga svara upp á um Mentamálaráðið er sinnað at leiga Sjóvinnuhúsið á Vestarubryggju, til Fróðskaparsetur.

 

Undanfarna býráð og mentamálaráðið hava samráðst um at gera Sjóvinnuhúsið til Fróðskaparsetrið, og tær samráðingarnar halda fram.

 

Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð, sigur, at býráðið og Mentamálaráðið skulu aftur hava fund um málið og í næstu framtíð skal Mentamálaráðið so taka støðu.

 

Og hann sigur, at bólturin liggur hjá Mentamálaráðnum, tí taka tey av tilboðnum, verður Sjóvinnuhúsið Fróðskaparsetur.

 

Men hann staðfestir samstundis, at so skal Mentamálaráðið eisini taka bygningin sum hann er, tí í Tórshavnar Býráð eru tey ikki sinnað brúka meiri pengar upp á hann.

 

Hinvegin leggur hann afturat, at nú hevur húsið staðið tómt ivaleysa leingi, so nú skal ein avgerð takast heilt skjótt. Og verður tað ikki Fríðskaparsetur, eru tað fleiri onnur, sum hava áhugað fyri at sleppa inn, sigur hann, uttan at hann kortini vil siga, hvat virksemi, talan er um.