Bólturin liggur hjá ljósmøðrunum

Undan jólum var fundur millum ljósmøðurnar og leiðsluna á Landssjúkrahúsinum. - Vit hava verið noydd at skjóta upp broytingar á føðideildini, og nú bíða vit eftir svari frá ljósmøðrunum, sigur Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri

Undan jólum var fundur millum umboð fyri ljósmøðurnar og leiðsluna í Landssjúkrahúsinum. Sambært Allan Skaalum, sjúkrahússtjóra, legði leiðslan fram eitt uppskot, sum ljósmøðurnar kunnu taka støðu til. Ongin beinleiðis niðurstøða var av fundinum og tær 13 ljósmøðurnar, sum hava sagt seg úr starvi, hava ikki tikið uppsagnirnar aftur. Sambært Allan Skaalum, legði leiðslan fram eitt alternativt uppskot til bygnaðin á føðideildini, eitt nú við støðið teimum tankunum, sum ljósmøðurnar løgdu fyri leiðsluna fyrr í ár.
- Av tí at allar ljósmøðurnar valdu at siga seg úr starvi, kendu vit okkum noydd at taka stig til at endurskoða bygnaðin á føðideildini, eins og tær hava skotið upp áður, sigur Allan Skaalum, sum hevði ætlað, at leiðslan á deildini skuldi standa fyri hesum broytingum.
 
Hevur skund
Sjúkrahússtjórin vil ikki greiða nágreiniliga frá innihaldinum í uppskotinum, tí, sum hann tekur til, so bíða tey nú eftir útspæli frá ljósmøðrunum.
- Vit hava lurtað eftir ljósmøðrunum og øðrum pørtum á deildini, og nú bíða vit eftir einum útspæli frá teimum, sigur Allan Skaalum, sum eisini vísir á, at tað hevur stóran skund at fáa eina afturmelding.
- Um vit skulu søkja eftir nýggjum ljósmøðrum, skulu vit gera tað skjótt, so vit vænta okkum svar frá teimum skjótast, sigur Allan Skaalum.
 
Vikarar til reiðar
Um so verður, at ljósmøðurnar vraka uppskotið og ikki fara í starv á Landssjúkrahúsinum aftur, er leiðslan til reiðar at taka ljósmøður inn frá grannalondunum.
- Tað tekur eina tíð at søkja eftir og at seta nýggj fólk í starv. Vit hava gjørt avtalur við vikarskrivstovur í grannalondunum, so vit kunnu koyra við einari minimun manning í eina tíð frá 1. februar, sigur Allan Skaalum, sum ikki veit nágreiniliga , hvat ein slík loysn kostar sjúkrahúsinum.
- Tað má tíverri kosta tað tað kostar, sigur Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri.
Vit hava roynt at fáa orð á Eyðfríð Jacobsen frá ljósmøðrafelagnum, men hon var ikki at hitta í morgun.