Bólturin liggur hjá býráðnum

Varaborgarstjórin í Havn, Bogi Andreasen, fílist á, at tað tekur so langa tíð at fáa svar frá Fíggjarmálaráðnum, men Jóannes Eidesgaard sigur, at bólturin liggur hjá býráðnum. Á Rás2 fríggjadagin og í Sosialinum mánadagin finst Bogi Andreasen, varaborgarstjóri í Havn, at, at tað hevur tikið so langa tíð at fáa svar frá Fíggjarmálaráðnum upp á uppskot, um at broyta lønarskipanina hjá kommununum.

Jóannes Eidesgaard ásannar, at málið hevur ligið eina ávísa tíð í Fíggjarmálaráðnum, men hann vísir til, at talan er um eina kollveltandi broyting í lønarskipanini, og at broytingarnar merkja munandi lønarvøkstur til býráðslimir sum heild, og til nevndarformenn og varaborgarstjóra serliga.

- Uppskotið leggur upp til, at vanligir nevndarlimir fáa eina hækkan frá 12 ferðirnar 1560 krónum til 20 ferðir 1560 krónur. Tað er kortini ikki so ógvusligt, frá 18.720 til 31.200 krónur um árið. Men hækkanin fyri nevndarformenn og varaborgarstjóra er risastór, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann vísir á, at varaborgarstjórin hækkar upp um vanliga tingmannaløn, og tá fíggjarmálaráðharrin ivast í, at hetta er rætt, og um tíðin er hin rætta at fremja slíka lønarhækkan, hevur hann í mars í ár sent skriv til advokatin hjá Tórshavnar býráð fyri at vita, um fíggjarmálaráðið hevur skilt uppskotið rætt.

- So har liggur málið í løtuni ? hjá advokatinum hjá Tórshavnar býráð, sigur Jóannes Eidesgaard.