Bólturin á flog um vikuskiftið

Í dag byrjar landskappingin í flogbólti, og í meistaradeildini hjá bæði kvinnum og monnum verður sæð fram móti einari spennandi kapping

Fyri viku síðani tryggjaðu TB-kvinnurnar og SÍ-menninir sær pláss í steypafinaluni í flogbólti, tá FK-kappingini varð avgreidd í høvuðsstaðnum.
Tann kappingini var líkasum upphitingin til landskappingina, ið byrjar í dag og í morgin og gongur líka til várs, tá meistararnir hjá bæði kvinnum og monnum eru funnir.
Í meistaradeildini hjá monnum eru fimm lið klár at dystast um gullið, og hjá kvinnunum eru liðini seks í tali.
SÍ, ÍF, Fleyr, Mjølnir og Fram spæla í bestu mansdeildini og Mjølnir, TB, Fleyr, KÍF, Dráttur og ÍF eru í bestu kvinnudeildini.

Fyrsta umfarið
Fyrstu dystirnir í vetur verða spældir í KÍ-høllini í dag. Klokkan 13 spæla Mjølnir og KÍF, sum er nýtt lið í meistaradeildini, og klokkan 15 bresta mansliðini hjá Mjølnir og Fram saman. Dómararnir í báðum dystunum eru úr ÍF.
Í morgin eru tveir kvinnudystir og ein mansdystur. Klokkan 13 spæla kvinnurnar hjá ÍF og TB á Kambsdali, og á Giljanesi møtast kvinnuliðini hjá Drátti og Fleyr klokkan 14. Í báðum førum eru dómararnir úr Mjølnir.
Triði dysturin í morgin verður spældur í Sørvági klokkan 14 millum menninar hjá SÍ og Fleyr, og har er tað ÍF, sum stendur fyri dømingini.
Landskappingin er býtt sundur í grundspæl og endaspæl, ið halda seg hvørju megin nýggjárið, og endar kappingin hálvan mars.

Fleiri styrkt lið
Hvussu verður við kappingini í vetur, sæst kanska ikki, fyrr enn hon ordiliga er komin í gongd, men út frá hvussu fleiri lið hava styrkt seg, skuldi hetta kappingarárið ikki staðið aftan fyri nakað annað ár.
Í FK-kappingini fyri viku síðani vóru eisini nógvar góðar taktir at síggja, og finalurnar vóru báðar góðar.
TB-kvinnurnar vunnu 3-0 á ÍF, sum kortini fekk givið góða mótstøðu og ikki tapti nakað sett stórt, og hjá monnunum var spenningur í øllum settunum, tá SÍ vann 3-1 á ÍF.
Eisini fleiri aðrir góðir dystir vóru, og tí gav tað gott í væntu, nú skjøtil verður settur á ta drúgvaru landskappingina.
At hetta eisini er eitt kappingarár, ið at kalla endar við Oyggjaleikunum, ger tað ikki minni spennandi at fylgja við, hvussu gongst.
Slík ár spíla allir spælarar seg út, so teir kunnu koma upp á tal til landsliðini, ið skulu umboða Føroyar í flogbóltskappingini á Guernsey.