Bólturin fer á rull longu seinnapartin

Fyrsta bríksl í Trongisvági verður klokkan 16, tá ið TB tekur ímóti 07 Vestur

Tað er fótbóltur á skránni í bestu deildini ídag. Talan er um 6. umfar. Talan er ikki um umfarið, sum átti at havt verið 2. pásakadag og mikukvøldið í síðstu viku. Tað var 4. umfar, sum er útsett til um tvær vikur – mikudagin 28. apríl.

Í dag, 14. apríl á summarmála, er talan um umfar, sum var ásett í upprunaligu skránni.

Bólturin fer á full longu klokkan 16, og síðsta bríksl verður klokkan nakrar minuttir í níggju í kvøld.

Fyrsti dysturin verður í Trongisvági, har tað verður lyklauppgerð í botnstríðnum millum TB og 07 Vestur.   

 

EB/Streymur – B68: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.30

Víkingur – KÍ: Dagfinn Forná kl. 19.00

NSÍ – B36: Kári J. á Høvdanum kl. 19.00

HB – ÍF: Petur Reinert kl. 19.00

TB – 07 Vestur: Eiler Rasmussen kl. 16.00

 

440014012
Víkingur4220428
HB42111347
ÍF4211767
B364130316
NSÍ4202876
07 Vestur41034143
B684022492
EB/Streymur4022172
TB40133111