Bólturin fór bara ikki inn

- Vit vóru nær við í fleiri førum, men bólturin fór ikki inn. Tú sleppur ikki undan slíkum støðum í 27 landskappingardystum, og hetta var dagurin, tað ikki riggaði hjá okkum.
Soleiðis tekur Mikkjal Thomassen, annars av ábyrgdarmonnunum í B36, til um uppløgdu málmøguleikarnar, sum B36 ikki gagnnýtti í gjár.
Heimaliðið var meira á bóltinum allatíðina, men tað gekk strilti at spæla seg til kjansir. Tað var broddur í álopsspælinum, men tað var ikki ofta, at René Torgarð noyddist at kíta seg.
- Vit koma illa frá byrjan, og tað verður mótbrekka beinanvegin. Hóast EB/Streymur var á odda við tveimum málum í hálvleikinum, vóru vit sannførdir um, at dysturin var púra opin. Vit vistu, at tað ráddi bara um at taka av møguleikanum, men tað eydnaðist tíverri ikki. Tað skal eisini sigast, at teir verja sera væl, sigur Mikkjal Thomassen.
Mest upplagdi møguleikin var, tá Klæmint Matras slapp at royna seg við brotssparki. Tá vóru 25 minuttir spældir. Liðskiparin smekkaði til, men bólturin brast í stólpan.
Ikki tí, EB/Streymur smæddist ikki burtur. Í sekundunum eftir brotssparkið var um reppið, at sundalagsmenn øktu um leiðlsuna, tá Levi Hanssen var púra leysur, men Meinhardt Joensen bjargaði.
B36 legði stórt trýst á seinastu løtuna, og tá átta minuttir restaðu í var sera nær við, at B36 javnaði til 2-2. Í sera spentari støðu vildi heimaliðið hava brotsspark, tá teir mettu, at gestirnir bjargaðu á strikuni við hondini. Stutt framman undan stórbjargaði René Torgarð, tá Cieslewicz royndi seg.
Arnbjørn Hansen var eisini púra, púra einsamallur við málverjan, men framherjin sendi framvið,
- Tað er fantastiskt, at vit fáa høvið at reisa okkum beinanvegin. B71 spælir her í Gundadali næstuferð, og vit fara nú undir fyrireikingarnar til tann dystin, sigur Mikkjal Thomassen.