Bóltsnillingurin, ið gjørdist venjari

Hann er kendur sum ein av mætastu bóltsnillingunum, ið Føroyar enn hava sæð. Fyri 1-1-málið í søguliga javnleikinum í Belfast í 1991, fyri at vera ein lívlig sál, ið gongur fult og fast upp í sítt arbeiði. Hetta kappingarárið arbeiðir hann sum venjari hjá NSÍ.

Kári Reynheim hevur drúgvar venjararoyndir. Hann hevur altíð havt øll neyðugu venjarapappírini, og í fjør fekk hann sær so eisini A-venjaraprógv, sum er hægsta venjarastig hjá FSF. Í Føroyum hevur hann vant feløg sum SÍ, B71, AB og Fram. Í góð fimm ár var hann eisini venjari í Noregi, har hann tá búði. Í ár skal hann vera høvuðsvenjari hjá NSÍ við Tummas Erlingi Djurhuus sum hjálparvenjara.

Vildi vera venjari
Tað, at Kári Reynheim valdi venjarayrkið, var ikki av tilvild. Hann hevur altíð hugsað fótbólt, og sambært honum, so tók hann avgerðina um at gerast venjari tíðliga á leiðini.
- Hesa avgerðina tók eg fyri nógvum árum síðani. Eg var ógvuliga avkláraður við støðuna. Eg føldi, at eg kom ikki víðari sum leikari. Eg vildi gjarna meir, men eg metti meg ikki fáa nóg nógv burturúr venjingini. Fekk ikki ment meg. Ta løtuna føldi eg, at eg kundi geva meira sum venjari, enn sum leikari, sigur Kári, áðrenn vit spyrja hann, um hann metir tað vera ein fyrimun í venjarasatarvinum, at hann áður hevur verið leikari.
- Tað meti eg hava øgiliga nógv at siga. Fyri meg, í øllum førum. Eg kann plasera meg sjálvan inni á vøllinum, tá ið eg greiði frá. Harvið havi eg eisni bæði tað teoretiska og tað praktistka, samstundis sum tað er lættari at tekna eina heild, sigur Kári.

Tók skjótt av
Nakrar venjaraflytingar hava verið hjá feløgunum í bestu deildini, og longu stutt eftir lokna kappingarárið í fjør gjørdist greitt, at NSÍ skuldi finna sær nýggjan venjara. Pauli Poulsen, sum var NSÍ-venjari, skal nú venja grannafelagið B68. Tað tók rúma tíð hjá NSÍ at finna avloysaran, men hann bleiv funnin í Kára Reynheim.
- Tilboðið kom so brádliga. Tað gekk øgiliga skjótt frá tí at teir settu seg í samband við meg, til eg tók av tilboðnum. Vit høvdu nakrar fundir, har eg legði mín pakka á borðið, og teir valdu at keypa hann, sigur Kári Reynheim um starvssetanina sum nýggjur NSÍ-venjari.

Nøgdur við hópin
NSÍ má helst átaka sær ivasama heiðurin sum tað felagið, ið hevur havt størstu frágongdina av leikarum higartil. Lyklaleikarar sum Einar T. Hansen, Jústinus R. Hansen og Jonhard Frederiksberg hava latið hurðina aftur eftir seg og funnið sær nýtt felag.
- Sum nú er, so eru vit eini 15-16 fastir spælarar. Vit skulu helst vera eini 22-24 mans. Vit hava vant nakrar ferðir, og tað, ið eg síggi, er góður vilji, nógv ferð á, gott lag og menn møta til tíðina. Jú, tað er nógv gott at síggja, sigur Kári.
Viðvíkjandi frágongdini av leikarum vísir Kári á, at øll liðini hava havt frágongd og tískil hava eitt nýtt útgangsstøði, og at tíðin bara má vísa, hvar NSÍ stendur í mun til tað. Um endamálið fyri hetta kappingarárið sigur Kári:
- Málið er at syrgja fyri at arbeiða við monnunum, soleiðis at teir flyta seg fyri seg sjálvan og fyri liðið. So telja vit bara upp, tá ið árið er liðugt. Klára vit tað, so skuldu úrslit helst eisini komið, sigur Kári.

Betri karmar
Seinastu tvey árini hevur Kári Reynheim virkað sum venjari hjá AB-unglingum. Ein tíð, sum hann tekur við sær í viðførið sum eina lærurík tíð.
- Tíðin sum unglingavenjari hjá AB var ótrúliga gevandi. At arbeiða við nøkrum so røskum og lætt móttakandi dreingjum var ótrúligt, sigur Kári, sum ikki metir skiftið frá unglingadeildini til fremstu deildina vera so stórt.
- Eg havi sagt tað áður, og eg sigi tað aftur. Tað er óansæð støðið, tá ið tú venur, so kanst tú arbeiða við tingum, sum tú ynskir. Munurin er bara, at tað eru betri karmar rundanum hjá fremsta liðnum, meiri hjálp og fleiri leikarar at taka av. Tað, at arbeiða við unglingum, skal als ikki undirmetast. Mín tíð sum unglingavenjari var í øllum førum ótrúliga gevandi, vísir Kári á.

Livandi venjari
At enda í samrøðuni spurdu vit hvat slag av venjara hesin nýggi venjarin er, sum fremsta deildin nú hevur fingið í Kára Reynheim.
- Tað kann skifta, men eg haldi meg tora at siga, at vit hava fingið ein meiri lívligan venjara. Tað er tó alt eftir hvussu tað gongur inni á vøllinum. Eg kann vera uppi undir loftinum, men so eisini meiri róligur. Men samanumtikið ein meiri lívligan venjara, sigur Kári Reynheim at enda.

FAKTA:
Navn: Kári Reynheim
Aldur 47
Bústaður: Tórshavn
Fyrrv. feløg (leikari): B36, HB, SÍ, B71, Fram, AB, MB
Landsdystir: 27 (2 mál)
Fyrrv. feløg (venjari): SÍ, Jellerosen (kvinnur, Noreg), Eidsvoll Turn (Noreg), Jodun IL (Noreg), B71, Fram, AB (unglingar)