Fimleikur
Í døgunum 19. og 20. oktober skipar Fimleikafelagið Ljósið fyri skeiði í ball-stik. Undirvíst verður umleið fýra tímar hvønn dagin.
Líknandi skeið varð hildið hildið í januar 2001, og var undirtøkan tá somikið góð, at tey í Ljósinum hava goðar vánir fyri, at tiltakið hesaferð eisini fer at bera til.
Skeiðsleiðari hetta vikuskiftið verður Birte Høst, sum eisini var skeiðsleiðari til tiltakið í fjør. Birte hevur í úti við 20 ár virkað sum ball-stik instruktørur, umframt at hon eisini hevur vant framsýningarlið, sum hava ferðast kring landið at vísa, hvat kann gerast við bóltin, sum nýttur verður.
Ball-stik, sum eisini verður nevnt bólt-ballet, er fimleikur við tekno-rútmum, har íðkararnir alla tíðina eru í gongd, soleiðis at pulsurin hjá íðkarunum alla tíðina er javnt høgur. Bólturin, sum verður nýttur, er á stødd við ein fótbólt, men hevur gummidobbar á sær, soleiðis at hesir hava eina mýkjandi ávirkan, tá vant verður. Tað var danska Grethe Wolfgang, sum av fyrstan tíð kom við hesum serstaka slag av fimleiki, og eitt nú var hon longu í 1974 her í Føroyum og helt skeið.
Umframt at hetta er eitt slag av fimleiki, so verður ball-stikk venjingini í nógvar mátar nýtt sum avspenning fyri eymar vøddar, smidleikavenjing og styrkisvenjing, og sum heild verður hon mett sum eitt gott evni at fyribyrgja skaðum.
Ljósið sigur í tíðindaskrivi, at hjá luttakurunum er skilagott at tvinnar buksur, so sleppast kann undan andsperru og eymleika, og um onkur av luttakarunum eigur onkran lítlan bólt, eru tey vælkomin at taka hendan við, soleiðis at hesin kann nýtast umframt vanligu bóltarnar, sum verða nýttir.










