Írar høvdu annars ætlað sær at fáa fulla úrtøku hesaferð, nú Ísrael kom á vitjan. Í Tel-Aviv var um reppið, at Írland streyk avstað við øllum, men í seinasta minutti javnaðu ísraels-menn.
Hesaferð bíðaðu gestirnir ikki heilt so leingi, men fyri tað mundu teir á heimaliðnum kenna seg eitt sindur snýttar. Eftir góðum tíggju vóru írar nevnliga á odda 2-0, og so var setningurin bara at koyra sigurin heim.
Men er tað nakað, sum tú ikki skalt geva ísraels-monnum, so er tað tíð og pláss at spæla fótbólt. Tá koma dygdir teirra veruliga til sín rætt, og tað gjørdu tær so sanniliga eisini hesaferð. Og longu undan steðginum stóð 2-2 á talvuni.
Tað er einki dulsmál, at írski landsliðsvenjarin, Brian Kerr, var ónøgdur um dømingina í dystinum. Hann helt, at øll ivamál fullu ímóti teimum, og hann var á ongan hátt nøgdur um brotssparkið, sum gav útjavnandi málið til Ísrael.
At Andy O'Brien eisini fekk reytt kort, og tí er leikbannaður mikukvøldið, mundi ikki gera lagið betri. Og tíansheldur, at Robbie Keane noyddist út við skaða.
Skerdir írar
Tottenham-áleyparin kemur soleiðis á sama lista sum Liverpool bakkurin, Steven Finnan, ið eisini verður mettur sum ivasamur til dystin á Tórsvølli.
Kerr hevur áður sagt, at serliga í verjupartinum eru teir væl garderaðir móti skaðum, men nú O'Brien eisini er tikin burtur, fer av álvara at knípa hjá honum. Og í álopspartinum er júst Robbie Keane maðurin, sum teir ikki mugu missa. Ferð eftir ferð hevur á írska landsliðnum givið prógv fyri, hví hann verður mettur í heimsflokki, og tað sigur eisini sítt, at hann longu nú hevur sett málmet á írska landsliðnum, hóast hann framvegis má metast at hava nógv góð fótbóltsár eftir.
Enn er tó helst ov tíðliga at avskriva meiddu menninar til mikukvøldið, og so skal heldur ikki gloymast, at írar altso framvegis hava fleiri góðar spælarar at taka av. Kanska ikki í heimsflokki, men Premier-League støði og har leið skuldi eisini verið ríkiliga stór uppgáva hjá okkara monnum.