Bólkur C er krúttunnan

Holland, Italia og Frakland eru øll í sama bólki, tá EM-endaspælið fer ígongd í summar

Lutakast var til bólkaspælið í EM-endaspælinum sunnudagin. Vanliga plaga viðmerkjarar at peika á ein bólk sum sanna krúttunnu, og hesin var ikki torførur at síggja sunnudagin.

Frakland, Italia og Holland endaðu nevnliga øll bólki C, har Rumenia eisini telist millum liðini. Og tað fekk ilt í franska landsliðsvenjaran, Raymond Domenech. Frakland og Italia vóru í sama undankappingarbólki, og tá talan er um bæði heims- og varaheimsmeistarar helt franski venjarin, at liðini ikki áttu at verið í sama bólki.

Hinvegin vóru sviar væl nøgdir um sítt lutakast. Teir fingu eisini Spania, sum teir vóru í undankappingarbólki saman við, men við Grikkalandi og Russlandi afturat munnu sviar halda, at teir hóast alt hav møguleika at koma livandi úr bólkaspælinum.


Fakta

EM-bólkarnir

Bólkur A

Sveis

Kekkia

Portugal

Turkaland


Bólkur B

Eysturríki

Kroatia

Týskland

Pólland


Bólkur C

Holland

Italia

Rumenia

Frakland


Bólkur D

Grikkaland

Svøríki

Spania

Russland