Bólkaspælið til EM-endaspælið í Fraklandi verður í dag liðugt. Greitt verður tí seinni í kvøld hvørji lið møtast innanhýsis í teimum ymisku áttandapartsfinalunum sum vera, har tann fyrsta av teimum verður spæld leygarkvøldið.
Í dag eru fýra dystir á skránni. Tveir dystir klokkan 17:00, meðan tveir dystir eisini eru klokkan 20:00.
Fyri føroyingar, er tað meira áhugavert at fylgja við dystunum sum byrja klokkan 17:00, tí at grannatjóðin hjá okkum, Ísland, spælir tá. Ísland spælir móti Eysturríki. Og um íslendingar megna at fáa stig við sær úr dystinum móti Eysturríki, tykist tað ógvuliga sannlíkt at Ísland verður eitt av liðunum sum skulu spæla áttandapartsfinalu.
Hin dysturin klokkan 17:00 verður millum Portugal og Ungarn, har trýst er á Portugal, sum enn ikki hevur vunnið nakran dyst til EM-endaspælið í ár.
Seinnu dystirnir eru klokkan 20:00. Í teimum dystunum møtir Italia, sum longu hevur tryggja sær pláss í áttandapartsfinaluni, Írlandi. Írland hevur eitt stig, og kann við einum sigri ímóti Italia møguliga koma víðari sum trý’ari í bólkinum, hóast at útlitini fyri einum írskum sigri tykjast lítil.
Í seinasta dystinum spæla Svøríki og Belgia. Har er Belgia ein favorittur, og um Svøríki rýkur út úr EM-endaspælinum í kvøld, er talan um seinasta landsdystin hjá svensku legenduni, Zlatan Ibrahimovic, nakrantíð.
Dystirnir í dag:
17:00: Ísland-Eysturríki, Portugal-Ungarn.
20:00: Svøríki-Belgia, Italia-Írland.










