Nú eru allir bólkar kunngjørdir til næstu útgávuna av Wacken Metal Battle Føroyar, ið verður hildið í Sjónleikarahúsinum 15. og 16. mars 2013. Bólkarnir eru átta í tali, og eru nógvar ymiskar tungmálmssjangrur umboðaðar.
Høvuðsnavnið er progressivi tungmálmbólkurin Heljareyga við Hera Joensen úr Týr á odda. Bólkurin, ið er heldur sjaldsamur at síggja á palli, fer at framføra aftaná at vinnarin er kunngjørdur leygarkvøldið 16. mars.
Tað er áhugabólkurin Upp Við Hornunum, ið er høvuðssamskipari av tiltakinum hesaferð.
Bólkarnir, ið luttaka í Sjónleikarahúsinum eru Earth Divide, Reduced To Ash, Tidal Crush, Konqueror, The Happening, Synarchy, Asyllex og Sic.
Til ber at lesa meira um Wacken Metal Battle Føroyar her