Bólkarnir klárir til John Reid kappingina

Fótbóltur: 9 piltalið eru við í kappingini

John Reid kappingin fyri piltar verður í Klaksvík fríggjadagin 7. august, og feløgini, sum hava boðað frá luttøku, eru býtt í tveir bólkar.

Í bólki 1 eru fimm lið, og tey eru B36a, B68b, EB, HBa og KÍb. Í bólki 2 eru fýra lið, og tey eru B71 B68a, KÍa og HBb.

Bólkarnir spæla dystir samstundis á hvør sínari hálvu av vøllinum.

Heiðursmerki verða latin trimum teimum bestu liðunum, umframt at ferðasteypið, sum ÍSF lat KÍ á 90-ára degnum hjá felagnum, verður latið í varðveitslu.