Bólkalimur rýmdur úr Lukas Graham

Danski bólkurin Lukas Graham hevur seinasta árið lagt altjóða tónleikaheimin fyri sínar føtur, og er eitt tað heitasta tónleikanavnið í 2016. Tí kom tað sum ein lítil bumba í dag, tá klaverleikarin í bólkinum, Kasper Daugaard, kunngjørdi, at hann gevst í bólkinum.


- Hetta hevur verið ein ótrúligt, bæði persónliga og professionelt, at ferðast við bólkinum um allan heim. Eg havi virðismett hvørja tí einastu løtu. Sum limur í bólkinum Lukas Graham havi eg lagt grundarlag fyri lívslong vinabond, umframt at hava livað dreymin hjá flestu dreingjum og er vorðin fleiri lívsroyndir ríkari. Eg havi millum annað funnið útav, at eitt lív í eini so umfatandi konsertferð, ið talan er um, við Lukas Graham, kanska ikki er tað besta fyri meg, sigur klaverleikarin í tíðindaskrivi.


Hann ásannar í skrivinum, at tíðindini kanska loypa hvøkk á fólk, men at talan er um eina avgerð, ið hann hevur tikið við restina av bólkinum.


- Uttanífrá kann tað tykjast sum ein brádlig avgerð, men innanhýsis í bólkinum vóru vit samdir um, at endin av konsertferðini í USA var ein natúrlig og røtt løtu at gera hesa broyting. So eftir at hava hugsa um støðuna og tosa við vinmenninar í bólkinum, hava eg valt at broyta tónleikaliga fokusið.


Í fyrstu atløgu verður tað Morten Ristorp, ið tekur við sum klaverleikari, inntil ein meira varandi loysn er funnin.