Trý býlingshús í Hoyvík savnaðust í morgin í einum húsi at hugna sær og spæla
Tey trý býlingshúsini eru Millum Gilja, í Maritugøtu og Vesturi á Flat, og í teimum eru samanlagt umleið 150 børn.
Nú ætla starvsfólkini at knýta stvnarnar meira saman fyri at stuðla hør øðrum og hava møguleikan at hjálpast at.
Í morgin møtast tey øll í býlingshúsinum Millum Gilja. Har fara børnini at spæla og hava ymiskar kappingar. Stovnarnir bjóða døgurða.
Evnið fyri dagin verður Hawei, summar og sól. Øll fara at vera í summarlittum blusum og fara at hava krans úr pappíri um hálsin.
Hetta verður eitt afturvendandi tiltak, er ætlanin.










