Bíligu ferðirnar vorðnar dýrari

Serliga einvegis ferðaseðlar og styttri ferðir verða raktar harðast av príshækkanini av flogferðaseðlum. Men tað ber til at spara nakrar krónur á netinum

FLOGFERÐSLA

Fyrr í vikuni kom fram, at flogfeløgini Maersk Air og Atlantic Airways, sum røkja flogruturnar til og úr Føroyum, hava broytt prísstrukturin á ferðaseðlum á Føroya rutunum.
Samstundis verða bæði tilboðsferðir og bonusskipanir almannakunngjørdar. Men tað fjalir kortini ikki útyvir, at tað í veruleikanum er talan um eina príshækkan í flestu førum.
Og tað er serliga tey, sum keypa apex-, einvegis- ella weekend-ferðaseðlar, sum fara at merkja príshækkanina.

Tað sama og meira
Broytingin, sum varð almannakunngjørd í vikuni, millum flogfeløgini og ferðaskrivstovur snýr seg um, hvussu býtið millum hesi skal vera. Àður hevur tað verið eitt prosentbýti, men nú áseta flogfeløgini ein prís, og tað er so uppgávan hjá ferðaskrivstuvunum at leggja sín vinning omaná.
Men, hvat ferðaskrivstovur og flogfeløg fáa í sín part, hevur í síðsta enda ongan týdning fyri brúkaran. Hesin skal nevniliga bert gjalda tann eina prísin fyri tær tænastur, hann ella hon keypir.
Vit hava nýtt heimasíðuna hjá Atlantic Airways, www.atlantic.fo, sum støði fyri at gera nakrar príssamanberingar. Við at ringja til Atlantic Airways fekst at vita, at 220 krónur skuldu leggjast afturat hvørjum keypi hjá hvørjum persóni. Tað vil siga, at tú rindar 220 fyri ein einvegis ferðaseðil og 220 krónur fyri ein retur. Eftir øllum at døma eru hesar 220 krónurnar tað sama, ið flestu ferðaskrivstovurnar taka fyri ómakin, men hetta hava vit ikki kannað nágreiniliga.
Tá eitt fastgjald verður ásett fyri allar ferðaseðlarnar, so er skjótt at rokna út, at tað eru tær ?bíligaru? ferðirnar, sum verða harðast raktar, um vit kunnu siga soleiðis.
Ein weekend ferðaseðil, sum fyri stuttari tíð síðani stóð lýstur at kosta 2.460 krónur á heimasíðuni hjá Atlantsflog, kostar nú við teimum 220 krónunum 2.595 krónur. Tað vil siga ein hækking upp á 135 krónur ella 5,5%. Hetta er væl at merkja í góðum tíðum hjá í øllum førum føroyska flogfelagnum. Ein sokallaður apex ferðaseðil millum Føroyar og Danmark ella hinvegin kostar nú 3.208 krónur hjá fólki at keypa. Àður lá prísurin um 3.090 kr.
Nakrir einvegis ferðaseðlar kosta eisini meira nú. Eitt nú ein ungdóms einvegisferðaseðil Føroyar-Keypmannahavn kostar nú 1.980 kr ? til Íslands 1.570.
Hinvegin kann tað betri betala seg keypa ferðaseðlar aftur og fram. Ein ungdómsferðaseðil millum danski høvuðsstaðin og flogvøllin í Vágum kostar nú 3.605, og hetta er á leið tað sama sum áður. Ein vanligur fult fleksibul ferðaseðil kostar sambært heimasíðuni 5.055 krónur ? aftur og fram. Sostatt er heldur ikki tann stóra broytingin at síggja har.


Finst eitt alternativ
Hevur tú ikki hug at gjalda so nógv fyri ?bíligu? ferðirnar, so finst eitt alternativ. Og hetta skal eftir okkara tykki metast sum eitt alternativ ? ikki besta loysnin fyri øll.
Á alnetinum finnast hópin av støðum, har tað ber til at keypa flogferðaseðlar. Vit royndu eina skipan, ið finst á www.travellink.com. Hesir senda ferðaseðlar til øll lond í Norðlondum ? eisini Føroyar. Tað finnast fleiri aðrar síður, men vit hava roynt okkum við hesari fyribils.
Vit skrivaðu inn á skipanina, sum er ógvuliga løtt at hava við at gera, at ferðast skuldi úr Føroyum (FAE) til Kastrup (CPH). Vit royndu dagarnar 8. november til 28. november og frá 7. november til 10. november, t.e. ein weekend ferðaseðil. Í skrivandi stund eru eingi tilboð galdandi fyri hesar ferðadagar. Til longru ferðina ? frá 8. til 28. november ? kundi tú keypa ein Apex ferðaseðil fyri 3.067 kr. Afturat koma tjúgu krónur fyri at senda ferðaseðilin, men hesin kostnaðurin er tann sami um so er, at tú keypir fleiri ferðaseðlar. Tað vil so siga, at ber til at spara 118 krónur fyri ein Apex ferðaseðil við at fara á netið. Tilsvarandi ber til at spara 76 krónur fyri ein vikuskiftisferðaseðil 7. til 10. november.
Hetta er so ein alternativur prísur, men hetta fjalir framvegis ikki útyvir, at prísurin á teimum bíligum ferðunum er hækkaður.