Bíligast at byggja í Haldórsvík og við Gjógv

Eitt av málunum á bygdaráðsfundinum í Sunda kommunu í kvøld, er áseting av prísinum fyri grundøki.

Higartil hevur prísurin verið ymiskur frá bygd til bygd, men nú verður hann savnaður meiri, kann ein siga.

Byggi- og býarskipanarnevndin hevur nevniliga viðgjørt eitt ynski um at fáa sama prís í kommununi í hvørji einstakari bygd.

Nevndin hevur tí samtykt at mæla til tveir prísir ? ein fyri miðstaðarøkið og ein fyri útjaðarin, sum tikið verður til.

Í Miðstaðarøkinum, sum fevnir um bygdirnar Hósvík, Hvalvík, Streymnes, Langasand, Norðskála, Oyrarbakki og Oyri fer tað hereftir at kosta 200 krónur fyri fermeturin.

Hinvegin fer tað at kosta 135 krónur fyri fermeturin í hinum bygdunum ? t.v.s. Haldórsvík, Tjørnuvík, Gjógv og Saksun.

Á fundinum í kvøld skal so bygdaráðið taka endaliga støðu til hetta tilmælið frá byggi- og býarskipanarnevndini.

So er bara at vóna, at enn fleiri fólk vilja seta búgv her ? eisini í bygdunum í útjaðaranum í Sunda kommunu.