Samferðsla
Edvard Joensen
Vágar: Um eina viku lækka prísirnir fyri at koyra gjøgnm Vágatunnilin. Størsta broytingin er nýggja avsláttarskipanin, har til ber at keypa avsláttarkort við 40 túrum.
Hetta nýggja avsláttarkortið ger, at túrarnir nú kunnu fáast fyri 90,- krónur aftur og fram. Og tað er ikki meira enn tíggju krónur dýrari, enn tað kostaði annan veg við Ternuni. Tað vil siga fyri ein persón. Við hesi skipanini kunnu upp til fimm vaksin fólk í einum persónbili ferðast báðar vegir fyri 90, - krónur.
Dávur Reinert Hansen, stjóri í partafelagnumVágatunlinum, sigur, at tað eru nýggjastu tølini fyri bilarnar, sum koyra gjøgnum tunnilin, sum liggja til grund fyri hesum nýggju prísunum.
Hann sigur, at biltalið hevur lagt seg í eina fasta legu um teir 700 bilarnar dagliga, sum fara undir Vestmannasund.
Talan er um tríggjar slakar mánar, vísir Dávur Reinert Hansen á. Januar, februar og mars eru vanliga ikki mánar, tá roknað verður við nógvari bilferðslu, sigur hann. Tí er ikki væntandi, at ferðslan fer at minka, sum líður út á árið. Ivalyst er nakað av nýfikni uppií, men kortini heldur leiðslan fyri Vágatunnilin, at so mikið gott grundarlag er, at teir tora at lækka prísirnar.
Nýggju prísirnir
Mánadagin 7. apríl koma nýggju prísirnir í gildi. Tað verður eisini møguligt at keypa 40- túra kubban, eins og eisini fer at bera til at hava tveir kubbar til sama kontonummar.
Nýggi 40-túra kubbin er bert galdandi fyri persónbilar. Hugsað verður við hesum møguleikanum um tey, sum dagliga koyra til arbeiðis við egnum bili, sigur Dávur Reinert Hansen.
Aðra pendlaraskipan hevur ikki i løtuni veirð praktist gjørligt at komið fram til, sigur hann, men vil tó ikki lata nakran møguleika aftur kortini. Arbeitt verður alla tíðina við ymsum møguleikum. Men teir skulu eisini kunna passa inn í innkrevjingarskipanina, sigur stjórin fyri Vágatunlinum.
Hesin avslátturin, nú er givin, er galdandi árið út, sigur Vágatunnilin.
Gjaldskipanin
Gjaldskipanin við kortinum er ikki farin at virka enn. Arbeitt verður framvegis við at fáa norsku skipanina á staðnum at sampakka við donsku innkrevjingarskipanina hjá PBS. Men tað tykist trupult, ásannar stjórin fyri Vágatunlinum, Dávur Reinert Hansen.
Hann sigur, at gongur arbeiðið væl, verður helst farið at royndarkoyra skipanina við kortinnkrevjing beint eftir páskir.
Men hann ásannar, at hendir tað, at hon framvegis ikki virkar tá, hevur Vágatunnilin ein trupulleika.
? So mugu vit finna upp á okkurt annað, sigur hann og vísir til, at so verður helst neyðugt at lata fólk standa við støðina og krevja kontantar pengar frá bilunum, sum skulu gjøgnum tunnilin.
Tí tað er eyðsæð, at tá Norrøna um stutta tíð fer at spýta hundraðtals fremmandar bilar út á føroysku vegirnar, fara nakrir teirra eisini at koyra gjøgnum Vágatunnilin. Og fást ikki pengar frá teimum beinanveg, verður tað inntøkumissur hjá tunlinum.
Kubbaskipanin virkar væl, sigur stjórin. Onkur hevur verið í iva um, hvørt kubbin telur niður, um farið verður hinumegin bummin. Tað vil siga, um ein, hóast kubbi er í bilinum, kortini velur at taka ein ferðaseðil úr automatini.
? Royndirnar hjá okkum vísa, sigur Dávur Reinert Hansen, at um ein fer tí megin automatina, sum ferðaseðilin verður tikin, telur ikki av kubbanum.
Arbeitt verður framvegis inni í tunlinum. Tað eru elektrikararnir, sum ikki eru heilt lidnir enn, men vænta, at tað nú verður heilt skjótt. So verður tunnilin eisini opin alla náttina.
Men sum er, er neyðugt at steingja, meðan arbeit verður undir loftinum. Tað er stutt og greitt fyri trygdina skuld, sigur stjórin fyri Vágatunlinum.










