Bíligari streymur er ikki óhugsandi

- Í okkara skipan kunnu vit ikki tosa um at selja avlopsstreym bíligari, tí framleiðslan verður alla tíðina lagað til nýtsluna. Málið hjá okkum er at framleiða so bíligan streym sum til ber alla tíðina – og ikki bara um næturnar, sigur SEV-stjórin

Orka

 

Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sigur, at tað er ikki soleiðis í Føroyum, sum í onkrum øðrum londum, at el-felagið hevur avlopsstreym, tá vinnuvirkir lata aftur, og nýtslan minkar.

- Okkara skipan er soleiðis, at framleiðslan av el-orku minkar so hvørt, sum nýtslan minkar. Vit hava fólk, ið eru á vakt 24 tímar um samdøgnið, sum stýra okkara eindum. So hvørt, sum streymnýtslan minkar, verða motorar sløktir, eins og vit eisini kunnu steðga vatnturbinum.

Hann sigur, at hjá el-felagnum ræður sjálvsagt eisini um at spara orku, tá tað er møguligt.

- Í okkara skipan kunnu vit tí ikki tosa um at selja avlopsstreym bíligari um næturnar, tí framleiðslan verður alla tíðina lagað til nýtsluna.

Hákun Djurhuus sigur, at málið hjá SEV er at kunna framleiða so bíligan streym sum til ber alla tíðina – og ikki bara um næturnar.

 

Avvísir ikki

Stjórin í SEV avvísir kortini ikki tankan um, at el-felagið í framtíðini kann fara at selja bíligari streym ein part av samdøgrinum, tá nýtslan er minni.

- Vit eru farin undir eina 10-ára verkætlan, har lagt verður um til fjaravlesing av málarum. Hendan ætlan hevur virkað í eini tvey ár, og vit eru komin nakað áleiðis.

Hákun Djurhuus vísir á, at ein fyrimunur við fjaravlesing er, at el-felagið alla tíðina kann fylgja við, nær fólk brúka streym.

- Verður tað so, at fólk í størri mun fara at brúka streym um næturnar til eitt nú upphiting av sethúsum, vatni – ella í framtíðini at løða el-riknar bilar – er ikki óhugsandi, at vit í framtíðini kunnu viðvirka til, at hetta kann gerast bíligari um næturnar.

Stjórin sigur, at hetta tó treytar, at tú tá hevur orkukeldur, sum framleiða bíligari orku.

- Eitt alternativ er sjálvsagt vindorkan, men vindurin er óstøðugur, og hvat høvdu fólk sagt, tá eingin vindur og eingin orka var, spyr Hákun Djurhuus.

 

Eingin ætlan

Stjórin í SEV vísir á, at í løtuni fyriliggur eingin ítøkilig ætlan um, at el-felagið kanska fer at selja bíligari streym, tá vinnuvirkir lata aftur.

- Viðhvørt hoyra vit, at tað er netið hjá SEV, sum er ein forðan fyri størri framleiðslu av orku úr vindi. Men hetta er ikki rætt.

Hákun Djurhuus sigur, at orkuframleiðsla sum heild í minst líka so stóran mun er ein spurningur um javnvágina millum eftirspurning og framleiðslu.

- Uppi í hesum er eisini spurningurin um brúksvanar hjá viðskiftafólki, og tað er her, at møguleikin um bíligari orku ein part av samdøgninum kann koma upp á tal, sum árini ganga, og alternativa orkan verður útbygd, sigur stjórin í SEV.