Bíligari spariperur

Bárður Nielsen leggur í dag fram uppskot um at strika punktgjaldið á hvítvørum og lampum Spariperur, uppvaskimaskingur og húsarhaldstól av ymsum slag sluppu ikki undan innflutningsgjaldi, tá mvg-lógin varð sett í gildið fyri 14 árum síðani.

Fleiri ferðir hevur verið tosað um, at umhvørvispolitiskt vildi verið rætt at strikað avgjaldið á hesum vørum. Millum tí hetta gevur fólki eitt hægri incitament til at skifta til orku- og harvið umhvørvissparandi tól.

Higartil hevur politisk undirtøka tó ikki verið fyri slíkari lógarbroyting, men í dag verður so uppskot lagt fram.

Ætlandi skal lógin koma í gildi 1. juni í ár. Virki, sum hava hesar vørur á goymslu, og sum hava rindað punktgjald av hesum, fáa sambært lógaruppskotinum endurgjald fyri innflutningsgjaldið.

17 tinglimir siga seg taka undir við uppskotinum, sum helst fer at kosta landskassanum um 11 milliónir krónur. Í hesum er tó ikki mótroknaður ein møguligur vøkstur í søluni - og harvið mvg-inntøkum hjá landskassanum - sum kann standast av lógarbroytingini.