Lægstu tilboðini upp á byggingina av nýggja ellis- og røktarheiminum í Klaksvík eru fýra mió. krónur undir metingina
Í gjár vórðu boðini uppá byggingina av nýggja ellis- og røktarheiminum í Klaksvík latin upp í býráðshøllini.
Virkandi borgarstjórin, Jógvan Skorheim bjóðaði vælkomin og gav orðið til Jákup Paula Johannesen frá FUGLARK, sum hava samskipað ráðgevingina. Jákup Pauli las síðani upp tilboðini.
Samlaðu lægstu boðini vóru 37 mill. í mun til metingina uppá góðar 41 mill. Afturat hesum kemur byggibúgving og kloakkarbeiði.
Boðini verða nú kannað nærri, áðrenn sáttmáli verður gjørdur við ymisku arbeiðstakararnar.










