FJARSKIFTI
Føroya Tele eigur áttati millíónir krónur í FarIce. Sum tað eisini kann lesast nærri um á teimum tveimum næstu síðunu, so merkir FarIce eina nýggja tíð fyri Føroyar, tá hugsað verður um kapasitet á uttanlands samskifti.
Og stjórin í Føroya Tele, Andras Róin, er sannførdur um, at hetta er ein góð íløga fyri Føroya Tele. Almenna fjarskiftispartafelagið hevur skotið tjúgu milliónir í eginpeningi í verkætlanina og heftir fyri lánitøku áljóðandi aðrar seksti milliónir.
4X
Andras Róin vísir á, at tað í løtuni er ein fløskuhálsur á samskiftinum við umheimin. Verandi Cantat kaðalin kann ikki nøkta tørvin á serliga skjótum Interrnet sambandi. Men í desember verður kapasitetur fýrafaldaður, tá FarIce kaðalin eftir ætlan fer at virka.
Men møguleikin er falda kapasitetin við fleiri ferðir fýra.
?Tað er eftirspurningurin, sum ger av hvussu nógvan kapasitet, vit keypa. Fyri at kunna fáa bíligari prísir, so er neyðugt við størri nýtsla enn sum er, og tað rokna vit eisini við at fáa, sigur Andras Róin.
Føroya Tele hevur sum er einar 300-400 ADSL(breiðband) kundar. Men málið er, at hesir skulu gerast millum tvey- og trýtúsund innan tvey ár. Og tað er eingin trupulleiki,um hesi gerast enn fleiri, tí kapasiteturin er mestsum óendaligur við nýggja kaðalinum.
Men í fyrstu atløgu verður fýrafaldað.
Tá spurt verður, um tað ikki kann hugsast, at Føroya Tele fer at gera okkurt fyri at lokka fleiri fólk ? tilboð - fyri at fáa fólk at gera íløgur í ADSL, so er svarið játtandi fyri Føroya Tele stjóranum.
? Kanska vit hava okkurt gott jólatilboð, sigur Andras Róin.
Forrenta
Teir áttatimillíónirnar, sum Føroya Tele hevur spýtt í FarIce, skulu eisin vinnast innaftur. Og hetta gerst bert við at økja um nýtsluna ? mest hjá teirra egnum kundum.
?Sum er nýta vit millum 12 og 15 milliónir til at gjalda fyri okkara uttanlandssamskifti. Vit skulu upp á eini 20-25 milliónir, sigur Andras Róin.
Tølini skulu lesast soleiðis, at hetta eru beinleiðis útreiðslur av uttanlandssamskifti og ikki innøkur av hesum.
Heilsøla
Hóast Føroya Tele er partaeigari í FarIce, so fáa teir ikki keypt kapasitet bíligari enn nakar annar, sambært Føroya Tele stjóranum.
? FarIce fer at virka sum ein heilsølufyritøka og selja til okkum sum allar aðrar fyri ein ávísan prís, sigur Andras Róin.
Stjórin fyri Kall, Bjarni Askham Bjarnason, sigur, at hann roknar, at tað framvegis verða Kall og Føroya Tele, sum fara at keypa kapasitet og síðani selja víðari til smærri veitarar.
Aðrir møguleikar
FarIce kaðalin gevur eisini aðrar møguleikar enn bert skjótt Internet-samband. Tey bæði fipurpørini í kaðalinum kunnu millum annað nýtast til sjónvarp ella útvarp, sum kann beinleiðis gjøgnum kaðalin. Her er tað sjálvandi ein spurningur um prís, og tað er nýtslan, sum avger hetta.
Andra Róin heldur eisini, at tað eru aðrir møguleikar hjá føroyingum við kaðalinum.
? Vit eru ikki longur avskorin frá umheiminum. Tað er einki, sum forðar fyri, at Føroyar kunnu gerast miðstøð innan KT, sigur Andras Róin, sum væntar sær heilt nógv av møguleikunum, nýggi kaðalin fer at geva.