Bíligari matur og lægri gjøld

Nú samráðingar eru um nýggja samgongu, fer Javnaðarflokkurin at krevja, at mvg verður verður lækkað av grønmeti og frukt og helst øðrum húsarhaldsvørum við. Samstundis skal sjúkrakassin avtakast og leggjast undir vanliga skattin

- Tað gongur stilt og róligt.

Tað er skoðsmálið, sum Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna-og heilsumálum og nývaldur tingmaður, gevur samráðingunum um nýggja samgongu við Sambandsflokkin og Fólkaflokkin.

Vit hittu hann, beint áðrenn hann fór á samráðingarfund í morgun.

Tað hevur gingið strilti at fáa politikarar at siga nakað ítøkiligt um samráðingar og Hans Pauli Strøm er eisini rættiliga varin.


Lægri mvg

Hann staðfestir kortini, at Javnaðarflokkurin hevur sum eitt krav, at mvg og avgjøld á frukt og grønmeti skulu lækkast og helst avgjøldini á øðrum húsarhaldsvørum við.

Hans Pauli Strøm heldur eisini, at tað er neyðugt, at ein nýggj samgonga tekur spurningin um tann stóra prísvøksturin á húsarhaldsvørum, upp.

- Og at lækka mvg, kann undir ongum umstøðum standa einsamalt og tí er tað neyðugt, at vit eisini skipa eitt munagott príseftirlit, sum kann hava regluligar prískanningar.


Sjúkrakasssin avtakast

Hinvegin hevur Javnaðarflokkurin tað eisini sum eitt týðandi mál, at sjúkrakassin verður avtikin og lagdur undir vanliga skattin.

Harafturat er tað eitt ógvuliga týðandi mál fyri Javnaðarflokkin, at gjaldið til sjúkrakassan verður avtikin.

- Hetta verður eitt mál, sum kostar 90 milliónir og tað sigur eitt sindur um, hvussu dýrur Sjúkrakassin í veruleikanum er fyri vanlig fólk, sigur Hans Pauli Strøm.

Hinvegin staðfestir hann, at tað er avgjørt ikki semja um at avtaka gjaldið til sjúkrakassan.

- Tað er onkur í samráðingunum, sum heldur, at hetta er at økja um skattatrýstið og sum vil hava skattatrýstið soleiðis, at vanligi skatturin av inntøku skal lækka og vanligu brúkaragjøldini skulu hækka.

- Men hesum er Javnaðarflokkurin grundleggjandi ósamdur í, tí brúkaragjøldini venda sosialt skeivt við tað, at tær lægru inntøkurnar betala lutfalsliga meir, samstundis sum tey vælbjargaðu betala lutfalsliga minni.

- Tí heldur Javnaðarflokkurin, at brúkaragjøldini skulu minka og sum mest av skatti skal takast inn við vanligum skatti av inntøkum, tí tað er samhaldsfastari og vendir sosialt rættvísari.

Hinvegin stendur tað rimmarfast, at tað verður ongin nýggjur skattalætti latin í hesum valskeiðnum, útyvir teir skattalættin, sum longu er samtyktur fyri í ár.

Hóast samráðingarnar ganga stilt og róligt, metir Hans Pauli, at um hesi samgonguni er lív lagað, vil vísa seg, tá ið farið verður undir tað tyssi av málum, sum semja ikki er fingin um og endalig semja skal finnast um tey.