Nú skal ein roynd av álvara gerasat at skumpa undir føroyingar fyri at fáa okkum at leggja um til grøna orku.
Í hesum sambandi er ætlanin at gera tað væl bíligari hjá vanligum føroyingum at útvega sær grønar orkuskipanir.
Sirið Stenberg sigur, at í roynd og veru er hetta eitt samstarv ímillum samgonguna og Sjálvstýrisflokkin, sum annars situr í andstøðu.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum, sigur, at tað er ein serlig orsøk til hetta óvanliga, politiska samstarvið.
Orsøkin er, at fyri einum ári síðani legði Nýtt Sjálvstýri uppskot fyri Løgtingið um at avtaka mvg á grønum orkuskipanum.
Sirið Stenberg sigur, at hetta var ein ætlan, hon tekur undir við, men tey mettu ikki, at uppskotið var nógv fullfíggjað, og tískil var ætlanin at laga uppskotið til.
Eitt, sum skuldi nágreinast í hesum sambandi, var, at tað skuldi bara vera góðkendar orkskipanir, sum vórðu mvg fríar.
- Endamálið er, at bara orkuskipanir, sum eru góðkendar, skulu vera mvg fríar, so at tey, sum fáa sær grønar orkuskipanir, ikki koma í neyð, tí tey hava fingið eina vánaliga skipan.
Men tá ið broytingarnar vórðu gjørdar, kom umsitingin hjá Løgtinginum til ta niðurstøðu, at broytingarnar vóru so umfatandi, at talan var ikki um sama uppskot, sum varð lagt fram. Og tískil datt uppskotið burtur.
Men Sirið Stenberg sigur, at tey eru ikki sinnað at lata ætlanina detta niðurfyri, og tí hevur hon avtalað við Nýtt Sjálvstýrið, at tey skulu leggja uppskotið fyri Løgtingið aftur í felag.
Hon sigur, at talan verður um at gera góðkendar, grønar orkuskipanir mvg fríar í eitt avmarkað tíðarskeið upp á tvey ár.
Sirið Stenberg sigur, at arbeitt verður eisini við einum uppskotið um at gera elbilar mvg fríir í tvey ár, og ætlanin er at lata hesi bæði uppskotini fylgjast.
Endamálið við at gera orkuskipanir til hús, og elbilar, mvg frítt, er at skumpa undir søluna, so at grønar orkuskipanir, og elbilar, fáa fótin fyri seg í Føroyum.
Spurningurin um at gera orskuskipanir til bústaðir, mvg fríar, hevur nýliga verið umrøddur í landstsýrinum, og endamálið er at seta hesar mvg fríu skipanirnar í gildi longu á nýggjárinum, so at tær verða galdandi í 2017 og 2018.