Nú verður bíligari at sigla við Strandferðsluni.
Tað er greitt eftir at fíggjarlógin fyri næsta ár, varð endaliga samtykt í gjárkvøldið.
Í hesum sambandi samtykti Løgtingið at játta Strandferðsluni fimm milliónir eyka.
Men tann peningurin er markaður til at gera tað bíligari frá ferðafólki og bilum at sigla við skipunum hjá Strandferðsluni.
Niels Juel Arge, virkandi stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tilsamans verður mett, at næsta ár fáa skipini hjá Strandferðsluni eina inntøku upp á 24 milliónir av ferðafólki og bilum.
Men nú vit fáa fimm milliónir í eykainntøkum, merkir tað, at inntøkan kann lækkast við hesi upphæddini, sum eru 20% av ferðaseðla-inntøkunum
Merkir tað, at allir ferðaseðlar fara at lækka 20% yvir ein kamb?
- Tað er ov tíðliga at siga nakað um tað enn, tí enn hava vit ongar útrokningar gjørt. Tí havavit heldur ikki gjørt av, hvussu príslækkingarnar skulu setast saman, sigur Niels Juel Arge. Tí er torført at siga, akkurát, hvussu nógv teir ymsu prísirnir lækka
Samjstundis hevur Løgtingið eisini samtykt at heita á landsstýrið um at endurskoða prísbygnaðin á samferðsluøkinum fyri at fáa sum mest burturúr teimum útbyggingum og ábótum, sum eru framdar á økinum.
Strandferðslan slapp lættari
Tað er nú eisini greitt, at Strandferðslan sleppur undan at fremja so stórar sparingar, sum hava ligið í luftini hesar seinastu dagarnar.
Nú fíggjarlógin fyri næsta ár skuldi samtykkjast, er fíggjarnevndin komin til ta niðurstøðu, atr umsitingin hjá Strandferðsluni er ov stór. Tí vildi hon hava Løgtingið at samtykkja, at skarvað tríggjar milliónir lønarútreiðslunum til umsitingina.
Tað hevði ført við sær at minst helvtin av teimum 17,5 starvsfólkunum, høvdu fingið sekkin.
Men nú avtornar, verður niðurskurðurin ikki so álvarsligur.
Áðrenn fíggjarlógin varð sendaliga avgreitt, var sparikravið til Strandferðsluna broytt, so at tey nú skulu spara tríggjar milliónir av samlaðu játtanini upp á góðar 110 milliónir.