Bíligari at seta búgv í Vágum

Bústaðarbyrðan í Vágum er lægri enn miðal fyri landið

Tað er munandi bíligari at seta búgv í Vágunum samanborið við miðalkostnaðin í landinum.

Tað sigur Betri samtakið, sum hevur gjørt eina uppgerð fyri fyrra hálvár í ár.

Bústaðarbyrðan í Vágum var fyrra hálvár í 2020 13 prosent. Hetta merkir við øðrum orðum, at eitt miðal húski í Vágum brúkar 13 prosent av tøku inntøkuni til at fíggja bústaðin. Tað er seks prosentstig lægri enn miðaltalið fyri landið, har bústaðarbyrðan er 19 prosent.

Til samanberingar var bústaðarbyrðan í Tórshavn 29 prosent fyrra hálvár í 2020. Hetta merkir, at hevði eitt miðal húski í Vágum valt at seta búgv í Havn ístaðin, hevði familjan havt umleið 3.300 krónur minni um mánaðin, tá útreiðslurnar at fíggja bústað vóru goldnar, vísa tølini hjá Betri.

Betri ger kortini vart við, at hagtølini, sum eru útroknað við støði í sethúsaprísinum í Føroyum, skulu lesast við ávísum fyrivarni, serliga um sølurnar hava verið fáar.

– Orsøkin er, at miðalprísurin kann sveiggja alt eftir, um fleiri gomul hús verða seld fyri lægri prís, og um fleiri dagførd hús verða seld fyri hægri prís, sigur Betri.