Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur, at nú fleiri ynskja eina "útjavning" av almennum stovnum og arbeiðsplássum, undrast hon líka sum yvir, at eingin snakkar um at javna ein part av fiskiríkidøminum til høvuðsstaðin.
- Nei, tá er tøgn, hóast summi øki í landinum umsita so nógv fiskiríkidømi, at tað átti náttúrliga at ført til, at nakað varð javnað til høvuðsstaðin. Eg haldi, at útjavning eigur at virka báðar vegir.
Borgarstjórin vísir á, at almenn útjavning av kvotum og fiskiríkidømi hevur ført til, at meira enn fjórðingurin av inntøkunum í Norðoyggjum stava frá "fólksins ogn" - og í høvuðsstaðnum er tað bara 5 prosent.
- Tað samsvarar ikki við veruleikan, at havnarfólk liva av almennum arbeiðsplássum. Tí, í mun til fólkatalið er lítil munur á inntøkum frá fólki í almennum/ kommunalum størvum í Havn og í Klaksvík og aðrastaðni.
Annika Olsen sigur, at hinvegin pendla túsundtals fólk norðaneftir til Havnar til arbeiðis hvønn morgun. Hesi vinna sær inntøkuna í Havn, men gjalda skatt í heimbygdini.
- Tá Eysturoyartunnilin er komin, verða tey helst munandi fleiri, og høvuðsstaðurin fær tær skattakrónurnar færri. Hetta virkar sostatt sum ein beinleiðis útjavning av skattakrónum úr Havnini.
Borgarstjórin heldur tað ikki vera rationelt at flyta almenn arbeiðspláss, tí hesi eru har, sum fakliga kompetansan er - og har, sum tænastan er best fyri flest. Tað er altíð betri og bíligari at savna heldur enn at spjaða.
- Fyritreytin fyri skúlum er somuleiðis faklig konsentratión, har staðsetingin tænir flest brúkarum.
Men, ert tú bangin fyri, at løgtingið við lóg fer at flyta almenn arbeiðspláss úr høvuðsstaðnum? spurdu vit Anniku Olsen.
- Eg eri sannførd um at fara vit at taka arbeiðspláss úr Tórshavnar kommunu, verður tað eitt afturstig fyri landið alt. Bæði útisetar og fólk aðrastaðni í Føroyum eru vælkomin í Tórshavnar kommunu.
Borgarstjórin heldur, at um høvuðsstaðurin skal gagna øllum og røkja tær nógvu tænasturnar, sum hoyra einum nútímans høvuðsstaði til, so ber ikki til at taka tænastur úr kommununi.
- Tað átti at verið sjálvsagt, at vit leggja allar árar í sjógv til tess at taka kappingina upp móti atdráttinum hjá útlandinum heldur enn at máa undan menningini og styrkini hjá høvuðsstaðnum at kappast við okkara grannalond og grannabýir.
Annika Olsen heldur, at ein virkin og vakin høvuðsstaður er púra avgerandi fyri okkara framhaldandi menning.
- Eg eri púra samd við undanfarnar borgarstjórar í Havn, at tíðin hevur prógvað, at tá Havnin hevur tað gott, so hevur alt landið tað eisini gott, sigur borgarstjórin í Tórshavnar kommunu.