Bíligari at liva í Føroyum

Bjørt Samuelsen, tingkvinna,Tjóðveldi
------------------
Matur, gerandisvørur og tænastur kosta alt ov nógv, og tað má blíva
bíligari at virka og liva her. Hetta er álvarsmál fyri gerandisdagin og trivnaðin hjá familjum, og fyri kappingarførið hjá vinnuni. Løgtingið fer nú enn einaferð at viðgera eitt uppskot um politisk tiltøk, sum kunnu lækka kostnaðarstøðið.

Seinastu tingsetu legði Tjóðveldi fyri Løgtingið uppskot til samtyktar um at útgreina orsøkir til høga kostnaðin á vørum og tænastum og at fáa sett í gongd neyðug átøk, fyri at gera tað bíligari at búgva í hesum landinum. Rigmor Dam og Javnaðarflokkurin hava nú lagt fram eitt líknandi uppskot.

Fremstaplássið
Kanningar hava fleiri ferðir staðfest, at Føroyar teljast millum dýrastu lond í Evropa. Ein kanning hjá Hera á Rógvi gav okkum ivasama heiðurin á fremsta plássi, sum tað allar dýrasta landið. Hevði satt at siga roknað við, at Norra lá stavnin ella bátslongd frammanfyri, tí norskir matprísir eru øðiligir, fyri ikki at tala um býlisprísirnar har.

Men hvussu víkir og vendir, so skal ein føroysk familja veruliga kýta seg. Har inntøkan er lág, er tað ein veruligur kampur, at fáa endarnar at røkka saman, tá matur, streymur, olja, stovnspláss, lán, bensin v.m, skulu gjaldast. Harumframt er tað ófatuliga kostnaðarmikið at ferðast. Einki er at ivast í, at høgu ferðaseðlaprísirnir skerja hugin hjá fólki at flyta til Føroya, og tað eggjar ikki júst vinnum at byggja sínar høvuðsstøðir her.

Nýggju heimildirnar hjá Húsalánsgrunninum, sum Tjóðveldi saman við Sambands- og Javnaðarflokkinum fingu framt beint fyri valið, fara vónandi at gera tað møguligt við bíligari bústaðarfígging. Men nógvir tættir eru eftir.

Gylta høvið
Áðurnevnda kanning setti fokus á prís á vørum, tænastum, býli, rentustøði við meira, og Tjóðveldi helt tað vera eitt gylt høvi hjá landsstýri og Løgtingi í felag at taka næsta stigið og fáa lýst týdningarmestu orsøkirnar til høga kostnaðarstøðið og at semjast um politisk átøk, sum kunnu broyta gongdina.

Uppskotið varð ikki samtykt, men, tað var nær við - restaði bert hin eina atkvøðan. Javnaðarflokkurin átti tá atkvøður bæði fyri og tíverri eisini ímóti. Men, uppskotið er ikki minni aktuelt nú, ið tey, sum frammanundan venda hvørjari krónu, ikki fingu lut í umleggingini til flatskatt. Tí er tað kærkomið aftur á borið, og skal eg gera mítt í vinnunevndini fyri, at tað vinnur frama.