ES hevur gjørt av, at bæði evropeisk og amerikonsk flogfeløg kunnu sleppa at flúgva millum øll ES-lond og floghavnir í USA. Avgerðin hevur fingið sera góða móttøku í USA, og longu nú verður roknað við munandi fleiri og samstundis munandi bíligari flogferðum um Atlantshavið. ES-nevndin hevur mett, at ferðafólkatalið um Atlantshavið verður 26 mió. størri um fimm ár enn í fjør, og at tað fer at geva umleið 80.000 nýggj arbeiðspláss í ferðavinnuni.









