Bíligari at ferðast við húsvognum og húsbilum

Løgtingsmaður spyr Henrik Old, hví hann ikki ger tað bíligari at ferðast við Strandferðsluni við húsvognum og húsbilum

 Tað eigur at vera bíligari at ferðast við skipunum hjá Strandferðsluni hjá teimum, sum ferðast kring landið við húsvognum og húsbilum.

 

Tað heldur Jógvan Skorheim, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri.

 

Hann vísir á, at nakað síðani gjørdi landsstýrismaðurin í samferðslumálum tað bíligari at fara við Smyrli við bussi. Hetta var eitt átak fyri at menna ferðavinnuna í Suðuroy

 

Men tað undrar Jógvan Skorheim at landsstýrismaðurin bara tekur Suðuroynna burtur úr, og hví ein slík skipan ikki fevnir um alla Strandferðsluna. Og tí vil hann nú hava Henrik Old, landsstýrismann at greiða Løgtinginum frá, hví so er.

 

– Hann sigur, at tað eru alsamt fleiri, sum ferðast í Føroyum við húsvogni og húsbili, og útlit eru fyri, at hesin ferðingarháttur fer at vinda enn meiri upp á seg. Men hann heldur samstundis, at ferðaseðlakostnaðurin hjá Strandferðsluni er ein forðing fyri menningini.

 

Hann sigur frá Akstovuni, at í 2015 vóru 492 húsvognar og 28 húsbilar í Føroyum.

 

– Sum støðan er, eru eingir møguleikar at fáa avsláttur umborð á ferjum í Føroyum, og tí er tað sera kostnaðarmikið,  serliga til Suðuroyar, Sandoyar, Kalsoyar og Nólsoyar. Hinvegin rinda húsvognar einki fyr at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnlin, tí tað er bara bilurin sum rindar.

 

– Er endamálið við at lækka prísirnar fyri bussar við Smyrli at menna ferðavinnuna, hevði tað verið skilagott at hugsað um húsvognar og húsbilar eisini, heldur Jógvan Skorheim. Og so heldur hann eisini, at ein slík ætlan átti eisini at fevnt um Sandoyarsiglingina, Kalsoyarsiglingina og Nólsoyarsiglingina.

 

– Tá hugsað verður um ferðavinnuna, átti ikki einans at verið hugsað um ferðafólk, bussar og Suðuroynna í samband við Smyril. Skal ferðavinnan mennsast, er neyðugt eisini at hugsa um føroyingar, sum ferðast í egnum landi við húsvognum og húsbilum, heldur Jógvan Skorheim.