Hóast hann áður hevur roynt til fánýtis, vónar Magni Laksáfoss, løgtingsmaður, at uppskotið, hann hesuferð hevur lagt fyri Løgtingið um at fáa seyðin burtur frá húsum, fer at vinna frama. Tað vónar hann tí hesuferð hevur hann tillagað uppskotið so at tað verður bíligari.
- Uppskotið ber í stuttum í sær, at nú skulu kommunur kunnu krevja, at seyður ikki longur sleppur at ganga inni í bygdum øki, forklárar løgtingsmaðurin.
Í hesum sambandi fáa kommurnar fulla heimild til at vetrarfriða bøin, ella ein part av honum og betala haganum endurgjald fyri tað.
Men kommunan kann eisini seta stik upp rundanum bygdina ella bøin fyri at forða seyði at koma inn í bygd øki.
- Men tað merkir ikki, at tey, sum eiga seyð, eru útihýst frá at brúka traðir og stykki innangarðs til seyð, staðfestir Magni Laksáfoss.
Tað skal standa øllum frítt fyri at brúka traðir og jarðarstykki innangarðs til seyð, men kommunan kann krevja, at seyðurin verður stikaður inni.
Men tað merkir so eisini í veruleikanum, at krevur kommunan, at eina seyðabrúkari skal stika fyri seyði og sostatt áleggur honum eina útreiðslu til stik, hevur avvarðandi seyðabrúkari krav upp á endurgjald frá kommununi fyri stikið.
Hann miðjar eftir, at lógin kann koma í gildi á nýggjárinum so at kommunur og seyðabrúkarar kunnu fara undir samráðingar beinanvegin við tó í hyggju at fáa seyðin burtur úr bygdum og býum longu næsta vetur.