Bíligari at eiga børn í Sundalagnum

Gjøldini fyri at hava børn í vøggustovu, barnagarði og í frítíðarskúla, verða lækkað næsta ár

Tað skal verða bíligari hjá foreldrum í Sundalagnum at hava børn í vøggustovu, barnagarði og í frítíðarskúla.

 

Tað hava tey í kommunustýrinum í Sunda Kommunu sett sær fyri, nú tey eru farin at leggja fíggjarætlanina fyri næsta ár, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri.

 

Í ár kostar tað 2350 krónur um mánaðin at hava eitt barn í vøggustovu. Hinvegin kostar eitt barnagarðspláss 1750 krónur um mánaðin, og tað kostar 1100 krónur at hava eitt barn í frítíðarskúla.

 

Men her kann leggjast, at foreldur rinda fyri í mesta lagi fyri tvey børn, og eru tey fleiri systkin, er ansingin fyri tey ókeypis.

 

Og harafturat rinda tey bara fult fyri tað fyrra barnið, tí fyri seinna barnið er avslátturin 25 prosent.

 

Men borgarstjórin sigur, at nú verður arbeitt við eini ætlan fyri at seta prísirnar enn longur niður fyri at gera tað lættari hjá barnafamiljunum.

 

Og tað fer helst at koma væl við, tí barnatalið í Sunda Kommunu veksur rættiliga nógv. Fyri hálvum øðrum ári síðani vóru 200 børn í kommunalari barnaansing í Sunda Kommunu. Men síðani er barnatalið vaksið 29 børn, so at tað nú eru 229 børn í kommunalari barnaansingini.

 

Men Heðin Zachariasen sigur, at tey hava ivaleyst av plássi á dagstovnunum til tað veksandi barnatalið.