Bíligari at eiga børn í Klaksvík

BARNAANSING Hesi næstu árini fer tað at vera nógv lættari at vera barnafamilja í Klaksvík

Nú verður tað nógv bíligari at eiga børn í Klaksvík.
Klaksvíkar býráð hevur sett sær fyri, at hesi næstu árini frá 2013 til 2016, skulu gjøldini fyri at hava børn í ansing, lækkast heili 35%.
Tað merkir, at nú hevur býráðið einmælt samtykt, at fyrsta januar skulu gjøldini lækka 20 prosent.
Samstundis ætlar býráðið, at tey næstu trý árini skulu gjøldini harafturat lækka fimm prosent um árið.
Samstundis hevur býráðið samtykt, at avslátturin fyri at hava systkin í barnaansing, eisini verður hækkaður. Tað merkir, at tey foreldur, sum hava fleiri børn í ansing, skulu bara rinda fullan prís fyri fyrsta barnið, tí fyri hini børnini fáa tey avsláttur.
Í dag er systkinaavslátturin 20 prosent, men á nýggjárinum hækkar hann sostatt upp í 25 prosent.

Spara fleiri túsund
Jóhann Lützen, formaður í sosialu nevnd hjá býráðnum, sigur, at hetta merkir, at eitt barn, sum er í vøggustovu, kostar nú 2400 krónur, men á nýggjárinum fer gjaldið niður í 1950 krónur.
Eiga somu foreldur eisini eitt barn í barnagarði, kostar tað 1700 krónir í dag, men á nýggjárinum lækkar tann prísurin niður í 1020 krónur.
- Á nýggjárinum fara eini foreldur við einum barni í vøggustovu og einum barni í barnagarði sostatt at spara 1130 krónur um mánaðin, fyri at nevna eitt dømi um, hvussu stór, sparingin verður fyri eina barnafamilju.
Um árið verður sostatt talan um eina beinleiðis sparing á 13.560 krónur hjá eini barnafamilju við tveimum børnum.
- Heilt runt roknað man hetta svara til meiri enn heila mánaðarløn eftir skatt og øll onnur gjøld hjá einum verkafólki, heldur Jóhann Lützen.

Yvir tríggjar milliónir
Formaðurin í Sosialu nevnd hjá Klaksvíkar Býráðis staðfestir, at hetta er ein
lætti, sum fer at kosta kommununi 3,1 til 3,2 milliónir krónur um árið.
- Hóast tað er dýrt, er hetta eitt átak, býráðið er samt um at fremja.
- Fólkasamansetingin í Klaksvík er skeiklað nakað við tað, at børnini og tey ungu eru nakað fá í tali.
Hetta er sostatt eitt sosialt politiskt átak, sum er beinleiðis vent ímóti smábarnafamiljunum
Jóhann Lützen heldur, at hetta er avgjørt eitt gott átak í royndunum at lokka barnafamiljur til Klaksvíkar – og í royndunum at halda fast um tær.
Hann vísir eisini á, at ansingin fyri barnaansingina, er ein tyngjandi útreiðsla hjá familjunum, helst hjá teimum, sum hava fleiri børn í ansing.
Barnafamiljur er tær, sum eru harðast fyrispentar, tí tær hava ikki upparbeitt sær tær høgu lønirnar við starvsaldri og nógvar hava eisini húsalán og lestrarlán at stríðast við.
Á býráðsfundi í Klaksvík varð upplýst, at í Klaksvík eru 356 børn í ansingarskipanini.
Tað eru 29 børn í Klaksvík, sum ikki eru í ansingarskipanini.