Bíligar flogferðir millum Nuuk og Kastrup

Grønlendska flogfelagið Air Greenland lækkar prísirnar á øllum fráferðum sínum millum høvuðsstaðarnar báðar. – Hetta verður gjørt, fyri at kunnu standa okkum í kappingini um ferðafólkini, sigur flogfelagið.

Ætlanin er at lækka prísirnar millum10 og 30 prosent á øllum sløgum av ferðaseðlum.
Við hesum ætlar flogfelagið at signalera tann veruleika, at tey taka kappingina í álvara og gleða seg samstundis um, at henda nú verður viðskiftafólkunum at gagni.
- Air Greenland hevur í fleiri ár arbeitt fyri at kunna lækka prísirnar, heldur enn at hava stokkutar prískampanjur ella avsláttur til ávísar bólkar.
- Við hesi lækkingini ynskja vit at geva øllum ferðafólkum á hesi rutuni lut í okkara bíligu ferðaseðlum, sigur Michael Binzner, stjóri í flogfelagnum við grønlendska kringvarpið.

Bert útlandið
Fyribils er henda lækkingin einans vend ímóti farleiðini millum Nuuk og Keypmannahavn, hóast fólk í grønlendska útjaðaranum helst eisini høvdu ynskt sær lut í hesum.
Hetta eru tey í leiðsluni í Air Greeland fult greið um:
- Vit vildu sjálvandi fegin kunnað bjóðað bíligar ferðir til allar kundar okkara. Men í fyrsta umfari verður tað bert gjørt her, ið tann veruliga kappingin er, sigur Michael Binzner.
At tað nú ber til at lækka prísirnar, kemur einamest av, at felagið hevur framt sparingar tey seinastu árini.
Grønlendska flogfelagið er m.a. farið undir eina tilgongd við at skift flotan út, nýggjum lønarsáttmálum og eina langsiktaða ætlan um effektiviseringar.