Bíligar bløðrur

Góðveðrið fær okkum út at sita og njóta sólina. Í garðinum, á terrassuni, í grasinum. Tá kann tað viðhvørt vera leskiligt við onkrum froðandi, onkrum dárandi, onkrum svalligum og kanska lætt søtligum.

Bløðrurnar í dag eru í bíligara endanum, men ikki so, onkur skarar framúr. Spanska cava-vínið er turt, men sera elegant og hóskar sera væl afturvið góðum sjógæti.

Spanska Baccarosa er regulert ”damuvín”, ið ein ikki fer skeivur við. Har er okkurt í sum tiltalar vakra kynið. Absolut ikki álvarsvín, men skal lívið altíð vera so tungt og álvarsligt? Viðhvørt er sjarmerandi og fjákut vín tað rætta.

Søtligu bløðrurnar hava so eisini tann fyrimunin - um tað hevur týdning – at alkoholprosentið er nakað lægri enn vanligt, - 6-7 prosent.

Eg havi áður skrivað um at vit her heima ræðast humluna í øli. Uha, ølin má endiliga ikki vera beisk! Eg havi eisini varhuga av, at nógv ræðast sýruna í víni. Uha, er vínið ikki eitt sindur súrt? Vín skal hava ein súrleika! Mannalikamið hevur 5 smakksansir og hví skalt alt druknast í tað søtliga. Sýra frískar upp, strammar upp, gevur lív, gevur sprell. Og so er sýran altavgerandi, tá ið vit njóta vín afturvið mati.


Heiti: Marques de Monistrol, Selección Especial, Reserva Brut

Uppruni: Brúsandi turt hvítvín úr Spania

Ummæli: Glógvandi gulgrønur litur. Rættiliga áloypandi og frískligur froði. Sera dárandi og samansettur angi av súrepli, peru, litchi-frukt og ein feril av hveiti-deiggj og hav-lot. Frísk og mineralsk frukt. Smakkurin turrur og stálsettur sum cava eigur at vera, men sanniliga er fruktin leskandi. Drúvurnar eru Macabeo, Xarello og Parellada. Sera góð og spennandi cava til ein sera rímiligan prís. Urtadampaðir føroyskir kræklingar høvdu trivist væl við hesum selskapi.

Kostnaður: Kr. 70,00

Skoðsmál: 6 stjørnur ******


Heiti: Zonin, Baccorosa Spumante Dolce

Uppruni: Brúsandi søtt rósuvín úr Italia

Ummæli: Ljósur granatreyður litur. Øgiligur litur, øgiligur froði og øgiligur angi. Luktar sum ein fronsk, so segði hann. Sterkt muscat-parfumerað. Tutti-frutti fyri allar pengarnar. Flótandi candyfloss. Søtur og saftkendur smakkur. Lættrennandi, sera lættrennandi. Skonkt ísakalt ein heitan góðveðursdag á terrassuni, saman við unnustuni, so OK. Fjórðu stjørnuna fær Baccorosa fyri evnini at dára konufólkini.

Kostnaður: Kr. 84,00

Skoðsmál: 4 stjørnur ****


Heiti: Scanavino, Moscato Spumante Dolce

Uppruni: Brúsandi søtt hvítvín úr Italia

Ummæli: Tættur gulur litur. Lættur sápukendur angi. Smakkurin søtligur og vulgert syntetiskur. So at siga ikki drekkandi. Moscato Spumante kann vera sonn fragd at njóta, men í hesum føri er hepnast óalmindiliga illa.

Kostnaður: Kr. 65,00

Skoðsmál: 1 stjørna *


Heiti: Blue Nun, QmP Eiswein Riesling 2005

Uppruni: Søtt hvítvín úr Týsklandi

Ummæli: Djúpur ravgyltur litur. Sera samansettur angi av turkaðum fruktum. Fikur, abrikos, rosinir, dadlur og sviskur. Og so eitt brá av karamell og nøtum. Smakkurin fylgir rættiliga væl spennandi anganum, men men, so kemur eitt stórt men, ísvínið er fullkomiliga flatt! Eingin sýra, einki sprell. Bara klistrutur søtleiki. Sera vánalig javnvág, ið ikki eigur at eyðkenna dýrt Eiswein. Og vínið er enn blaðungt. Harmiligt.

Kostnaður: Kr. 207,50

Skoðsmál: 3 stjørnur ***