Rúni Sundberg Patursson, valevni á listanum hjá Framsókn
-----
Vit hoyra fer eftir fer um teir høgu húsaprísirnir í Tórshavnar Kommunu. Barnafamiljur, stakir uppihaldarar og eldri, ið frammanundan eru strongd fíggjarliga, hava sera ilt við at ogna sær bústað í kommununi. Fylgjan av hesum er, at hesin bólkur hyggur uttanfyri kommununa eftir bústaðar møguleikum. Somuleiðis eru tað fleiri ið taka av møguleikanum, at flyta uttanlands.
Eg vil arbeiða fyri alternativum bústaðar møguleikum í kommununi. Bygging av lutaíbúðum og leiguíbúðum skal raðfestast høgt! Hugsi ofta um eldri fólki ið sita við einum stórum sethúsum, ungu mammuna ið býr i einari kjallaraíbúð við stórum leigukostnaðin og útisetan ið hevur hug til, at flyta heimaftur.
Kommunan skal lata grundstykki til eigarafelagið, hetta til minst møguligan kostnað. Hetta virkar somuleiðis sum eitt innskot av eginpeningi til eigarafelagi, soleiðis kann íbúðarkostnaðurin haldast niðri. Økini eru longu løgd av til hetta endamál, lati okkum koma ígongd nú!
Við hesum kunnu vit bjóða barnafamiljum, støkum uppihaldarum, eldri og fólki við serligum tørvi ein alternativan bústaðarmøguleika. Ein møguleika tey eisini kunnu rúma fíggjarliga. Við hesum blívur tað somuleiðis meira áhugavert hjá okkara útisetum, at flyta heim aftur til Føroyar. Tað er tørvur á annarleiðis bústaðarmøguleikum, enn dýrar kjallaraíbúðir og kostnaðarmikil sethús.
Tórshavn, ein framsøkin høvuðsstaður.
Stutt og greið hjartamál.