Danska stjórnin arbeiðir við erinari ætlan, sum skal gera tað møguligt hjá fólki at fáa bíligari lán við ríkisveðhaldi, um tey ætla sær at gera húsini meiri umhvørvisvinarlig. Millum annað kunnu fólk fáa slík lán, um tey velja at hita húsini við umhvørvisvinarligari orku sum eitt nú sól- ella jarðarorku heldur enn olju ella gassi.
Í einari sjónvarpssending í gjárkvøldið kom fram, at tað er ofta trupult at fáa vanligt bankalán til slík umhvørvisvinarlig tiltøk, og tí ætlar stjórnin, at tað almenna skal veðhalda fyri slíkum lánum, sum harafturat verða bíligari enn tey vanligu lánini.









