Eitt av kjakevnunum upp til landsdystirnar móti Sveis og Írlandi hevur verið ferðaætlanin hjá Smyrli. Ivamálið hevur her verið, hvørt talan fór at gerast um eykatúrar, og tí hava nógvir suðuroyingar aftra seg við at keypa atgongumerki til dystirnar.
Ikki fyrr enn beint undan vikuskiftinum var greitt, at eykatúrur kortini verður gjørdur, og fyri at leingja um skotbráðið hjá suðuroyingum hevur FSF nú gjørt av at leingja tíðarskeiðið fyri forsøluna í Suðuroynni.
- Vit hava gjørt av, at suðuroyingar sleppa at keypa til forsøluprísin fríggjadagin. Tað halda vit vera bæði rætt og rímiligt, nú tey so leingi hava verið í iva um, hvørt tað skuldi bera til hjá teimum at ferðast til dystin og heim aftur sama dag, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF.