Tey seinastu árini er virksemið í norsku byggivinnuni økt nógv, men kortini vísa hagtøl, at talið á arbeiðsleysum handverkarum hevur verið veksandi.
Orsøkin er, at norsk byggifeløg og norskir smiðir verða skúgvaðir til viks, og at smiðir úr teimum eysturevropeisku londunum verða boðsendir ístaðin fyri, tí teir krevja ikki so høga løn sum teir norsku smiðirnir, skrivar Aftenposten. Hetta sæst eisini aftur í hagtølunum. Í fjør høvdu 23.000 eysturevropearar arbeiðsloyvi í Noregi, og tað var tvær ferðir so nógv sum í 2002.
Enn hevur tann útlendska arbeiðsmegin ikki tikið arbeiðið frá so nógvum norskum smiðum, tí virksemið í byggivinnuni er so stórt. Men talsmenn hjá handverkarafeløgunum siga, at minkar virksemið, verða teir norsku smiðirnir koyrdir til hús fyrst, tí teir eru dýrari enn teir útlendsku. Tí vilja feløgini hava politikararnar at skipa so fyri, at teir útlendsku smiðirnir skulu hava somu løn sum teir norsku fyri at javna kappingina.










